Føroyskar bókmentir umboðaðar uttanlands

Á hvørjum ári savnast forløg, agentar og áhugaði á altjóða bókamessum at keypa og selja rættindi og ikki minst at kunna seg um nýggjastu rák á bókmentapallinum.

Luttøka á messunum er eisini týdningarmikil miðil hjá forlagsumboðum at skapa sambond. Føroysku forløgini hava hvør sær javnan verið á slíkum bókamessum eitt nú í Frankfurt, Bologna og BogForum í Danmark, og í 2011 var ein samlað verkætlan sett í verk at gera føroyskar bókmentir sjónligari á altjóða bókamarknaðinum.

Í 2012 var FarLit sett á stovn at taka sær av hesum arbeiðið, og farið varð til bókamessur í Göteborg og Frankfurt.

Eftir samráðingar í samskipanarbólkinum er avgjørt, at FarLit aftur í ár skal umboða føroysku bókmentirnar uttanlands. Tískil verður FarLit at finna á bókamessunum í Göteborg og Frankfurt í heyst, har arbeitt verður bæði við at kunna um og selja bókarættindi.

FarLit virkar sum miðskipaður stovnur, ið arbeiður fyri at skapa sjónliga hjáveru á altjóðabókamarknaðinum, at vísa útlendskum áhugabólkum á eina samlaða føroyska luttøku og uppdyrkar varandi sambond við útlendsk forløg og agentar fyri at kunna um føroyskar bókmentir og fremja

sølu av tittlum.