Fyrsti fyrilesturin á ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum var "Nollvisionen - utopi eller verklighet". hjá Thomas Carlson, fjølmiðlaleiðari hjá NTF í Svøríki (Nationalföreningen för Trafiksäkerhetens Främjande).
Í fyrilestrinum kom hann eisini inn á føroyska vegakervið.
Thomas Carlson hevur nú í nakrar dagar koyrt kring landið og hugt eftir vegakervinum í Føroyum. Hann legði til merkis, at vit hava alt ov lítið av autoverju á høvuðsvegnum. Serliga har vandi er fyri at bilurin rennur inn í bergið oman fyri, har mangla vit autoverjur, eisini nógvastaðni er eingin vegøksl og eingin autoverja. Um ein bilur fer út av vegnum, er stórur vandi fyri, at hann t.d. endar á sjónum.
Eisini heldur heldur hann at við vegamótini á landsvegnum, har tveir síðuvegir koma inn á landsvegin, skuldi ferðin verið sett niður frá 80 km/t til 50 km/t, tí um ein bilur rennur inn í síðuna á einum øðrum bili við meira enn 50 km/t, er stórur vandi fyri at tey, sum verða ákoyrd frá síðuni, kunnu lata lív.
Eisini hevur hann eina viðmerking til ferðsluna inni í býunum, har nógv fólk ganga og nógv ferðsla er. Har áttu ferðin at verið avmarkað til 30 km/t, tí um fólk vera yvirkoyrd við meira enn 30 km/t, er stórur vandi fyri at tey kunnu lata lív.
Vegakervið er eitt tað mest ófyrigevnadi tekniska systemið í samfelagnum, tí tað er næstan treytað av lýtaleysum brúkarum - eitt menniskjanligt mistak kann verða straffað við deyðanum.