Longu nú eru týðilig tekin í føroysku náttúruni um at veðrið um okkara leiðir gerst heitari, sigur Jóhann Mortensen. Hann hevur seinastu árini skipað fyri tveimum veðurlagsráðstevnum, sum báðar vóru væl vitjaðar.
Hann er sannførdur um, at tað, sum vit síggja henda í Evropa nú í summar eru tekin um stóru veðurlagsbroytingarnar, sum henda.
- Tað fer fram við rúkandi ferð. Ovurhitin, sum vit síggja í suðurevropa, hatta er júst tað, sum Jesper Theilgaard, veðurmaðurin hjá DR, ávaraði um, tá hann var her í Føroyum. At har tað er heitt, verður heitari, og har tað er vátt, verður vátari, sigur hann.
- Vit minnast øll jólaódnina, sum vardi í eina heila viku í fjør. Spania hevur nú hitabylgju nummar tvey innan ein mánað, har tað annars er óhoyrt við hitum yvir 40 stig. Í Kina hava tey fingið meiri stillstandandi veður, so at luftdálkanin frá kol-verkunum verður liggjandi yvir býunum og elvir til stórar trupulleikar, sigur Jóhan Mortensen.
Onkrar jaligar fylgjur eru tó eisini.
- Gullregn standa í fullum blóma um alt landið, enntá trø, sum ongantíð hava blómað fyrr. Á Sandi er ein øgilig rúgva av sjóblomstrum. Á Boðanesi standa krákuberini í fullum blóma, heilar tveir mánaðir ov tíðliga. Men hvussu fer hetta at ávirka høvuðsvinnu okkara? Hvussu við makrelinum og sildini? Vit vita, at um sjógvurin verður ov heitur, hvørvur toskurin. Men fara sildin og makrelurin at førka seg longur vestur, spyr hann.










