Føroyingar hava nú fingið sína fyrstu UNESCO tjóðarnevnd, og skal longu seinnapartin luttaka á sínum fyrsta fundi sum verður í Føroyum.
Her er talan um fund, har norðurlendsku UNESCO tjóðarnevndirnar og aðalskrivararnir hittast at fyrireika komandi stýrisfund í UNESCO. Í morgin heldur norðurlendski UNESCO fundurin fram við fýra verkstovum innan ávikavist útbúgving, gransking, mentan og samskifti. Seint seinnapartin fer norðurlendska UNESCO ferðalagið út í Koltur. Og mikudagin verður tikið samanum fundarvirksemið frá báðum teimum fyrru døgunum og niðurstøður gjørdar.
UNESCO - United Nations Educational, Scientific and Cultural Organization - er ein heimsumfevnandi ST felagsskapur, ið virkar fyri trygd og friði millum heimsins lond við at skipa samstarv innan málsøkini útbúgving, gransking, mentan, samskifti og upplýsing.
Norðurlond hava tætt samstarv í UNESCO, m.a. hava tey skipað seg soleiðis, at tey í felag hava møguleika at fáa eitt umboð í UNESCO stýrisráðið. Árini 2009-2013 er tað Danmark, ið umboðar norðurlond í stýrisráðnum. Norðurlendsku UNESCO tjóðarnevndirnar samstarva eisini í fyrireikingunum til stýrisfundir og aðalfundir.
Bjørn Kalsø, mentamálaráðharri hevur sett fyrstu føroysku UNESCO tjóðarnevndina, sum telur sjey limir. Teir eru: Martin Næs, Sigurð í Jákupsstovu, Andras Mortensen, Solby Eliassen, Urd Johannesen, Sólvá Jónsdóttir og Margretha Jacobsen.
Føroyska UNESCO skrivstovan er skipað í Mentamálaráðnum. Umframt aðalskrivaran Martin Næs, eru Armgarð Weihe, Maria Húsgarð og Kristianna Sjóvará knýttar at føroysku UNESCO skrivstovuni.