Føroyska tjóðin og framtíðin

Tað er mín sannføring, at í øllum spurningum og avgerðum eigur føroyska tjóðin at hava fullan avgerðarrætt og ábyrgd.?Sum valið nærkast, so verður dúgliga spurt og gitt, hvat ymsu flokkarnir standa fyri

1. Loysing/ fullveldi

Sum støðan er ídag, so eru Føroyar í ríkisfelagsskapi við Danmark og Grønlandi. Men mín sannføring er, at vit eiga at arbeiða framm móti, at verða leys av øllum øðrum londum og standa á egnum beinum – á øllum økjum. Føroyar eiga at loysa frá Danmark – ongatíð ov skjótt. Men tað merkir tó ikki, at vit føroyingar ikki skulu hava samarbeiði við Danmark og Grønland. Sjálvandi skulu vit tað - men tó á jøvnum føti. At vit eisini í framtíðini koma at hava nógv samband við Danmark - tað er heilt náttúrligt, tá vit hugsa um hvussu nógvir føroyingar eru í Danmark. Eg trúgvi uppá, at tað ber til, at vit sum sjálvstøðug tjóð í framtíðini koma at hava eitt fyrimyndarligt samarbeiði/samhandil við Danmark. Hví ikki? Bæði Noreg og Ísland t.d. hava verið í ríkisfelagsskapi við Danmark og hava ídag eitt fínt samarbeiði við Danmark.

 

2. Vinnan betri karmar

At vinnan má hava betri karmar at arbeiða undir er eyðvitað. Komandi Løgting og Landstýri eigur at leggja stóra orku í at betra møguleikarnar hjá vinnuni – bæði á sjógvi og landi – at klára seg betur, eisini tá vit hugsa um okkara kappingarføri.

 

3. Nýggjar vinnur

Høvuðsvinna okkara er fiskivinnan og fer hon uttan iva, at verða tað leingi afturat. Gongst fiskivinnuni væl – ja, so gongst eisini Føroyum væl. Men. Vit eiga og mugu hyggja eftir øðrum alternativum nýggjum vinnumøguleikum fyri at hava fleiri bein at standa á, so sveiggini ikki eru so ógvuslig og sjónsk, sum tey eru ídag. Gongst tað væl í einari vinnu – so kann hon hjálpa uppá eina aðra, har tað kanska ikki gongur so væl.

Eitt komandi landsstýri eigur at seta alla orku í at kanna og seta á stovn nýggjar vinnur ella vinnu møguleikar – landi og fólki til gagns.

Tað burdi ikki verið ógjørligt, gjøgnum næsta valskeið at fingið nýggjar vinnur upp at standa.

 

Set x við H