Føroyska summarið líkist sær sjálvum

Veðrið skifti, sum tað bara ger í Føroyum, og vinnararnir vóru úr nógvum feløgum og økjum, tá ið ársins fyrsta FM kapping í róðri var á skránni

Tað er summar í Føroyum, tá ið kappróðurin setir dám á leygardagarnar hjá so mongum. Nógvir av rógvarunum hava fyrireikað seg síðani eina ferð í vetur.

Leygardagin var tað álvari í kappingini, og tá eru tað so mong onnur enn rógvararnir, sum eiga sína uppgávu. Eitt nú foreldur og onnur, sum frá morgunstundini av sóust fara eftir landsvegunum við páhangsvogni og kappróðrarbáti upp á sleip.
Mjørkin spældi eitt odruligt puss leygardagin. Tað er sjáldan, at mjørkin er so tjúkkur í Klaksvík, sum hann var tað frá á middegi og seint út á seinnapartin.

Tað var einki annað at gera enn at bíða við áliti á, at tá ið tað í Føroyum eina løtu er eitt slag av veðri, so gongur tað ikki so long tíð, inntil tað verður heilt øðrvísi.
Seint seinnapartin sá sólin í Klaksvík, og meðan ljós og sýni skiftu í pollamjørkanum, so gjørdu fyrireikararnir eitt megnar arbeiði. Tað bar so aftur við sær, at tað bar til at avgreiða róðrarnar.

Ofta hava bátarnir úr høvuðsstaðnum vunnið mest sum alt. Soleiðis var tað ikki hesa ferð. Fuglafjørður, Klaksvík, Runavík (2), Argir (2), Kvívík og Havnar Róðrarfelag (2) vunnu, og í flestu kappingum var kappingin so mikið tøtt, at tað eru góðir møguleikar fyri spennandi kapping og øðrum vinnarum, tá ið tað nú leygardagin verður kappróður á Sundalagsstevnu í Hvalvík.