Forkunnug brúðarvígsla var á Leynasandi leygardagin, tá føroyska tónleikastjørnan Teitur Lassen varð giftur við Ingilín D. Strøm.
Veðrið var av tí allarfagrasta, tá Theodor Eli Dam Olsen vígdi tey, áðrenn farið var oman á sandin. Har var eitt lítið brúðarhald, har millum annað Lív Næs sang Kingo.
Brúðarveitslan var hildin í Sjónleikarahúsinum.