Føroyska Sjómansheimið í Reykjavík 20 ár

Tann 2. juni í ár verður føroyska sjómansheimið, Ørkin, í Reykjavík 20 ár. Tað var hendan dagin í 1991, at Jákup Kass, prestur, og formaður í Føroysku sjómansmissiónini, vígdi húsið.

Men tað hevði verið ein drúgvur burður, tí tað var longu mitt í sjeytiárunum, at fyrireikingarnar og arbeiðið uppá húsið, byrjaði.

Tí var tað ein stórur dagur, tá heimið var vígt í 1991, og kundi takast í nýtslu.

Aftur ímóti Sjómansstovuni, sum varð bygd í 1958 í Skúlagøtu í Reykjavík, er Ørkin eitt sjómansheim og hotell.

Tí var tað eitt stórt framstig fyri føroyska arbeiðið í og út frá Reykjavík, tá Ørkin læt dyrnar upp.

Hesi 20 árini hava sjey fyristovufólk verið á heiminum.

Heimið er eitt gistingarhús og savningarstað fyri føroyingar og onnur í Reykjavík. Øll tey mongu árini, áðrenn Føroyska sendistovan kom í Reykjavík, var Ørkin eitt slag av sendistovu, har nógvir spurningar vórðu svaraðir, nógvir fundir hildnir og mong bond knýtt. Føroyingafelagið hevur sínar fundir á Ørkini.

Nevnast kann, at møti ella lestur er hvønn sunnudag kl.17 frá september til mai.

Einaferð um mánaðin í hesum tíðarskeiði er vitjan úr Føroyum. Føroyska sjómansmissiónin og Føroyska sjómanskirkjan senda fólk yvir til møtir og gudstænastir.

Í Ørkini eru 20 kømur, har 60 fólk kunnu gista