Føroyska sildin er stór, og tey norsku virkini hava bara smáfallandi sild á goymslu. Tað kemur Kollafjord Pelagic til góðar.
Sildin, sum tey føroysku nótaskipini fáa, er bæði stór og feit. Tann sildin, sum vigar meiri enn 350 gram, verður heilfryst, meðan hitt verður skorið til flak. Arbeitt verður í tveimum vaktum, og 30 fólk eru á hvørjari vakt.
Ivan Fossabrúgv, søluleiðari á Kollafjord Pelagic, segði um vikuskiftið við Portalin, at í løtuni hevur virkið í Kollafirði ein fyrimun fram um norðmenn á marknaðinum. Norsku virkini hava bara smáfallandi sild eftir á goymslu, og norsku skipini fara ikki á sild aftur fyrr enn í september. Tí er tað ein fyrimunur fyri virkið í Kollafirði, at tað hevur atgongd til stóra sild hesa tíðina, sigur Ivan Fossabrúgv.
Og virkið í Kollafirði hevur fingið nógva sild seinastu tíðina. Seinastu dagarnar hava Saksaberg, Finnur Fríði og Jupiter landað á leið 1.500 tons tilsamans. Fyrr í mánaðinum hava somu skipini umframt Høgaberg landað til saman s 1.400 tons.
Tey føroysku nótaskipini fráa sildin í landnyrðing úr Føroyum og á Sandoyarbankanum, og tað er helst tikin um, at Norðhavssildin hevur tikið tað gamlað ferðamynstrið uppaftur.