Heini Hátún
???????????
Rættiligur røringur er komin í orðaskiftið, nú danir eru farnir undir at skipa soleiðis fyri, at samkynd í danska samfelagnum skulu fáa somu rættindi til samlív, sum fólk annars hava. Tað tykist sum, at stórur partur av føroyingum (serliga umboð fyri trúarbólkar, men eisini almennu Føroyar) eru á einum máli um, at samkynd undir ongum umstøðum skulu fáa hesar sømdir, tí at hetta skal vera í stríði við Guds orð.
Okkara almenna trúgv kristindómurin, trúargrundarlagið í føroyska samfelagnum, inniheldur so nógv góð boðorð, sunnar moralskar vegleiðingar og etiskar livireglur, sum kunnu stuðla og føra til eitt betri lív fyri tann einstaka og samfelagið sum heild. Men átrúnaðarligt trongskygni og misskiltar tulkingar av trúarskriftum kunnu sum í hesum føri hava við sær beinleiðis ókristiligar fylgjur við skilaleysari útihýsan av medmenniskjum úr samfelagsheildini.
Fólk, sum soleiðis einvíst taka sær rættin til út frá hini heilagu skrift at gera úrskurð um, hvat ið er Guds orð og vilji, eiga at gera sær greitt, at Halgabók í stóran mun er úrslitið av einari niðurskrivingar-, tulkingar- og útvalstilgongd, framd í 4. øld, har eisini máttmiklir politiskir aktørar vóru við til at velja partar burtur úr einari stórari mongd av yngri og eldri handritum og út frá hesum at seta bíbliuna saman. Frægir kirkjufedrar vóru við í hesum vala verki; men vit eiga at hava í huga, at har eisini vóru menn og myndugleikar, sum meira vóru motiveraðir at skapa og viðlíkahalda sínar egnu politisku og persónligu fyrimunir og vald. Sostatt er Guds orð, sum tað er umboðað í tekstunum, í sínari samanseting eisini merkt av slíkum áhugamálum og samfelagsviðurskiftum, sum vóru tá.
Øldir eru runnar, síðan henda tilgongd fór fram. Menniskjaligi hugaheimurin er víðkaður, samfeløg hava ment seg, og sosialt skapti veruleikin, sum støðugt broytist eftir tíð og stað, verður altíð eyðkendur av tí mentan, hann virkar í. Tulkingar kunnu tí ongantíð gerast objektivar. At tvíhalda um ein avgjørdan og endaligan sannleika við grundarlagi í hesum bíbilsku frumtekstum kann tí ikki vera rætt.
Í hesum sambandi eiga vit eisini at minnast til, at nógvir ræðuleikar hava verið framdir av myndugleikum við bíbliuni sum amboð. Til dømis hevur kvinnan verið eitt offur gjøgnum tíðirnar. Kvinnur, ið á ymsan hátt vóru ein hóttan, vórðu forfylgdar, demoniseraður, píndar og avrættaðar í Guds navni. Hetta var í stóran mun alment góðkendur veruleiki í miðøldini í Europa, hóast slík tulking av Guds orði má sigast at hava verið heilt burturvið. Vísindamenn, sum royndu at vísa á, at heimurin var ikki settur saman soleiðis, sum kirkjan vildi vera við, vóru eisini offur.
Fordøming og fornoktan av homoseksualiteti er annað dømi um, hvussu kirkjuligir myndugleikar gjøgnum tíðirnar hava undirtrykt instinkt, tilgongdir og tørvir sum liggja næst menniskjamerginum. Vakurleiki, list, stuttleiki, mannakroppurin, kvinnuligheit, og vísundaligt vit og skil o.s.fr. eru menniskjalig fyribrigdi, ið hava verið hildin niðri av øllum alvi. Hetta er neyvan tí at Gud vil tað, men heldur tí, at nøkur umhvørvi hava framt hetta, annaðhvørt av ótta fyri tí ókenda, ella fyri at verja egið vald og politisk áhugamál.
Tíbetur er tað sum nevnt so, at samtíðar sannleikin hevur tað við at broytast, so hvørt sum samfelagið vísir vilja og dirvi at seta kritiskar spurningar. Og tíbetur hava humanisma, toleransa, næstrakærleiki og høvi til atfinningar havt við sær, at nógv samfeløg eru vorðin betur at liva í. Men nógvir ræðuleikar verða tíverri enn í dag framdir í Guds navni víða hvar í heiminum.
Í Føroyum eru vit komin langt og okkara samfelag er vorðið rættiliga frælst og framkomið. Men nakað er eftir á leiðini, til vit røkka fullum trúarfrælsi og samfelagsligum rættvísi. Hetta merkist serliga, tá ið ein tulkaður sannleiki um Guds orð nú aktivt verður brúktur sum argument fyri at diskriminera tey samkyndu.
Ræðumyndirnar nú, tá ið orðaskifti um tey samkyndu gongur, eru nógvar. Kirkjan er um at syndrast, menniskjan er um at fara fyri bakka, samfelag og heimur eru á veg í avgrundina o.s.fr. Men fá ella eingi vísa á HVÍ soleiðis er. Hvat er til dømis vandin við, at samkynd kunnu kunnu liva í skrásettum parlagi? Fer Gud at fordøma samfelagið fyri tað? Er nakar vandi fyri at homoseksualitetur fer at breiða seg sum ein farsótt ? Verður tað ein fylgja, at menniskjan ikki megnar at reprodusera seg? Er homoseksualitetur ikki heldur eitt avbrigdi í einari náttúru, sum annars millum dýr og millum menniskju er eyðmerkt av so ófatiliga nógvum variatiónum?
Føroyar eru eitt lítið samfelag við nógvum sosialum eftirliti. Í mun til onnur lond hevur føroyska samfelagið verið fyri lutfalsliga avmarkaðum mentunarlig-um fjølbroytni. Illa er t.d. statt við kvinnuumboðan, har avgerðir verða tiknar - nakað, sum umframt aðrar orsøkir, eisini møguliga er eitt úrslit av okkara kristnu lívsáskoðan. Tað er soleiðis at undrast á, at fólk enn í dag í brúdleypum uttan at blunka kvøða ramliga við um, hvussu kvinnan sambært teim heilagu skriftum skal vera manninum undirgivin.
Moralsk dogmatisma hevur tíverri fínar umstøður her heima. Siðaliga eftiransingin, sum er partur av almenninginum og okkara institutiónum, ger sítt fyri at handhevja siðbundnar moralskar lógir uttan eyga fyri teimum syrgiligu, sosialu fylgjum, hetta dagliga fær. Tey samkyndu líða heilt víst undir hesum. Tey flestu mugu krógva burtur tann týðandi part av sínum kenslum, sum kynslívið ber í sær, tí teimum skal ikki verða loyvt at liva soleiðis, sum tey eru skapt til. Tey fáu samkyndu, sum frælst og opið tora at liva við sínum íborna seksualiteti, hava tað ikki lætt. Hetta eru alt menniskju, ið mugu fornokta seg sjálvan, og tá ber illa til at vera eydnuríkur. Betur verður tað ikki, tá ið sjálvkravd umboð fyri tann "einasta bíbilska sannleikan" lýsa homoseksualitet sum eina sjúku, ið tey vilja reka burtur eins og óreinar andar.
Fakta er, at homoseksualitetur hevur altíð verið ein partur av fólkamentanum kring í heiminum. Hann var soleiðis útbreiddur í grikska samfelagnum, sum hugsjónarliga gjørdist støði undir romversku mentan-ini, har eisini kristindómurin fekk sítt skap. Nógv gott ( politiskt, listarligt, skipanarligt o.s.fr.) rann av hesari frælsu mentan, sum er grundarsteinurin undir tí framkomna vesturheimi, vit eru ein partur av.
Persónliga havi eg vinfólk uttanlands, ið eru opið samkynd. Hetta eru sera framkomin og tolerant menniskju, sum liva í skrásettum parlagi. Í teirra sínámillum samlívi og teirra viðurskiftum við onnur er seksualiteturin ikki nakar trupulleiki. Tað, sum telur er, at menniskju eru eydnurík og í tráð við seg sjálvan í tann mun, tað ber til. Fortreytin fyri hesum er eitt frílynt samfelag, har menniskju uttan at verða sett til dóms av øðrum kunnu liva saman og skipa sær sína tilveru sambært teimum tilelvingum og eginleikum, sum Skaparin hevur lagt í tey.