Ólavur í Beiti
Tá hevði eisini borið til at víðkað um og útbygt tey sambond, sum hesir stovnar í dag hava við útlendskar granskingarstovnar, og føroyskir stovnar høvdu havt lættari við at sloppið upp í fleiri útlendsk granskingarsamstørv, verður m.a. sagt í frágriðingini hjá Vinnumálastýrinum um gransking og førleikamenning
Undir hesum partinum í frágreiðingini frá Vinnumálastýrinum viðvíkjandi føroyska vinnupolitikkinum framyvir, verður m.a. sagt, at tað einasta, ið vit hava møguleika at stýra er, at karmarnir fyri kreativari og innovativari hugsan eru góðir, at upplýsingar um gongdina eru tøkar, og at hugburðurin ikki verður læstur av egnum normum. Tí eru gransking og førleikamenning lyklaorð, tá talan er um at royna at stýra vinnuni móti betri kappingarevnum og meira vitanarkrevjandi vinnu.
? Upplýsingar um gongdina úti og heima verða ikki tøkar, uttan so at onkur hevur tað sum sína serligu uppgávu at savna og meta um teir. Í dag liggur uppgávan spjadd og mangan ósamskipað á fleiri ymiskum stovnum við tí úrsliti, at føroyska samfelagið fær ov lítið burturúr. Trúliga fer eitt sindur størri orka á hvørjum stovni og betri samskipan at geva heilt munandi framstig.
? Tá hevði eisini borið til at víðkað um og útbygt tey sambond, sum hesir stovnar í dag hava við útlendskar granskingarstovnar, og føroyskir stovnar høvdu havt lættari við at sloppið upp í fleiri útlendsk granskingarsamstørv.
EBS-samstarv
Í frágreiðingini verður umrødd gongdin í Íslandi, og verður sagt, at síðan Ísland kom í EBS-granskingarsamstarv hevur tað havt almiklan týdning fyri innovativu tilgongdina í verandi vinnum og fyri menningina av nýggjum vinnum.
? Men ikki er nóg mikið hjá okkum bara at dúva upp á tað, ið onnur granska, vit mugu hava eitt umhvørvi í Føroyum, ið hevur neyðugan førleika at fylgja við og at formidla vitan. Tí eigur dentur at verða lagdur á at fáa økt um og samskipað granskingarumhvørvið í Føroyum og at víðka og útbyggja tey sambond, sum vit í dag hava við útlendskar granskingarstovnar.
Altjóða marknaður
? Eisini skal vísast á, at altjóða marknaðurin fyri ítøkiligar vørur og tænastur ikki hevur tann ovurstóra vøkstur, sum marknaðurin fyri upplivingum, tí kognitiva, so sum tónleiki, list, bókmentum, søgu og kropsligum og andaligum avbjóðingum. Týdningurin av góðum umstøðum til kreativ verkevni í t.d. list eigur ikki at verða undirmettur.
? Á sama borði liggur nógv umrødda kunningartøknin. Hon er neyðugt amboð hjá øllum vinnum, um tær ætla at standa seg í kappingini. Men hon er samstundis ein altjóða vinna, tí eftirspurningurin eftir kreativum og virknum skipanum, ið kunnu loysa truplar spurningar og harvið styrkja kappingarførið hjá fyritøkum og sambondum av fyritøkum, veksur við ómetaligari ferð.
Útbúgvingar
Vinnumálastýrið metir ikki, at tað skal skipa fyri føroyska skúlaverkinum og almennu útbúgvingunum, men nevnt verður í frágreiðingini, at skulu vit hava ein sjálvberandi búskap, skulu vit eisini hava útbúgvingar, sum geva øllum í landinum møguleika at menna sínar gávur og brúka tær í skapandi vinnuligum og tænastuligum virksemi. Ta leið, sum Undirvísingar- og Mentamálastýrið longu er farið undir við at menna kunningartøkniligar útbúgvingar, er Vinnumálastýrið sera fegið um og vil veita tí sín fulla stuðul. Vinnumálastýrið vónar og vil eggja til, at enn størri dentur verður lagdur á slíkar útbúgvingar, ið helst skulu føra við sær, at tað skal verða gjørligt í Føroyum at taka altjóða virda útbúgving í kunningartøkni á fróðskaparstigi.
Samskifti
og samferðsla
Viðvíkjandi spurninginum um samskifti og samferðslu, stendur at lesa í frágreiðingini, at kann alt føroyska samfelagið samskifta og hava gott og trygt samband sínámillum, eru møguleikarnir fyri vøkstri so góðir, sum teir yvirhøvur kunnu verða. Sum er, eru møguleikarnir fyri vinnuligum vøkstri og vinnuligari samvinnu avmarkaðir, tá ið tær báðar størstu oyggjarnar eru undantiknar.
? At tryggja øllum pørtum av landinum eitt dygt undirstøðukervi gerst bert eftir eini miðvísari og skilfestari ætlan. Vinnumálastýrið leggur og fremur hesa ætlan fremst eftir vinnuliga tørvinum og heildarsamfelagsgagninum, uttan tó at leggja teir mest fjarskotnu partarnar burturúr, og Stýrið ansar eftir, at kervið verður hildið, so tað lýkur hóskandi samtíðarkrøv.
Lagaligar skatta-
og avgjaldsskipanir
Kapitalfátækt hevur verið eitt eyðkenni fyri føroyskt fyritakssemi. Soliditeturin hevur verið í minna lagi, og peningastovnar hava tískil kravt trygd í persónligari borgan fyri lánveiting til fyritøkurnar. Virkisførið hevur av somu orsøk verið skert. Ein avleiðing av hesum hevur uttan iva verið, at fyritøkurnar hava verið meira stýrdar eftir tryggleika enn eftir vøkstri og avkasti.
? Vinnumálastýrið fer at styrkja tilgongdina at fáa sett á stovn frælsan partabrævahandil, ið umframt at handla við føroyskum partabrøvum til føroyingar og útlendskar íleggjarar, eisini skal umsita almenn og privat lánsbrøv.
? Fleiri onnur lond, hava lagaligar skatta- og avgjaldsskipanir sum part av sínum vinnupolitikki, bæði tá tað ræður um fyritøkuskatt og persónsskatt. Vinnumálastýrið heldur, at eisini í Føroyum eiga skattir og avgjøld generelt at vera lág og skipaninar einfaldar.
? Lágur persónsskattur yvirhøvur er við til at fremja uppsparingina í samfelagnum og linkar lønarkrøv. Lægri fyritøkuskattir fremja somuleiðis uppsparingina í fyritøkunum og gera fyritøkurnar sterkari.
? Einfeldi í skatta- og avgjaldsskipanum fremur stabilitet og lættir um fyrisitingarliga arbeiðið hjá fyritøkum og persónum. Samstundis ger einfeldi og lág avgjøld, at eftirlitsarbeiðið hjá myndugleikunum krevur minni orku.
Vinnan mennast
Og at enda verður m.a. sagt í hesum brotinum frá frágreiðingini hjá Vinnumálastýrinum, at miðað verður eftir at skapa karmar har vinnan megnar at mennast og fylgja altjóða rákinum, t.e. at hon er innovativ og hevur dagførda vitan og fjøltáttað samskifti, við virðing fyri okkara samfelagi.
? Tær mest átrokandi broytingarnar og ábøturnar á karmarnar eru: Tillagað, virkið regluverk til altjóða marknaðarsamstarv, vælvirkandi samskifti og samferðslu við útheimin; gransking og førleikamenning; vælútbygt undirstøðukervi, sum mennir kappingarførum lívskorum um alt landið; góðar eginfíggingarumstøður og lagaligar skatta- og avgjaldsskipanir; varlig vinnulóggeving, fyrimyndarligt alment tænastustig og einfaldar, studningsveikar vinnuframaskipanir.
? Málsetningurin er, at vinnukarmarnir standa mát við onnur samfeløg, soleiðis at vinnan og kapitalurin eins væl og arbeiðsmegin trívast og fjølgast í Føroyum, stendur m.a. í frágreiðingini frá Vinnumálastýrinum um framtíðar og verandi vinnupolitikk Føroya.