Næmingar frá Føroya Handilsskúla í Havn vunnu Best Business Model Award (besta forrætningsmodell) til evropameistarakappingini í Company Programme.
New Yourk Stock Exchange Euronext metti, at føroyingarnir Rani Gærdbo, Herman Winther og Tórur Hansen, høvdu besta forrætningsforstáilsi, og at teir megna at gagnnýta rávørur og høli í teirra egna umhvørvi, at skapa eina burðardygga framleiðslu, at marknaðarføra vøruna og harumframt hava teir gott innlit í fíggjarlig viðurskiftir.
Harafturat varð mett, at Faroese Sea Salt var tað virkið, sum møguligir íleggjarar helst vildu gera íløgur í, og sum høvdu størsta møguleikan at klára seg framyvir. Hetta er ein tann størsti heiðurin, ið Faroese Sea salt kundu fáa í kappingini.
Brynhild Høyer, ið hevur verið lærari og ráðgevi, heldur at næmingarnir hava viljan, áræði og førleikarnir, ið skulu til fyri at gera verkætlanina til veruleika.
Kappingin for fram í Wembley í London. Wembley verður ofta nevnt Venue of Legends , og tí var mett, at hetta staðið var hóskandi til hesa týdningarmiklu kapping.
Yvir 400 luttakarar úr 36 evropeiskum londum hava verið við í kappingini.
(Innsent og stytt)









