Í morgin verður árliga Færø Regatta í Ishøj í Danmark. Fólk hava fyrireikað tiltakið og fyrireikað seg til kappróðurin í langa tíð, men nú er alt so smátt við at vera upp á pláss, soleiðis at tey kunnu skjóta tiltakið í gongd í morgin.
Eisini tónleikararnir, Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen, sum skulu spæla í annaðkvøld og út á náttina, eru klárir. Teir lendu í Keypmannahavn fyri einum lítlum tíma síðani.
Sambært fyrireikarunum er Atlantic Airways Færø Regatta, sum stevnan rópast, størsta føroyska tiltakið uttanfyri Føroyar. Kapprógvararnir møtast klokkan tólv, men sjávt tiltakið byrjar klokkan 12.30, tá Óluva Klettskarð setir stevnuna. Hálvan tíma seinni fer Heini Davidsen at siga frá kappróðrinum og klokkan 21.30 byrja Eyðun og Terji at spæla.
Veðurforsøgnin er heldur ikki av heilt vegnum í morgin. Sambært DMI byrjar stevnan við sól, men út á seinnapartin fer at dropa eitt sindur. Um nátturðatíð slítur hann í aftur, men út á kvøldið koma nakrir dropar aftrat. Náttin verður tó turr, vil DMI vera við.










