Malan Johansen
Sjálvstýrisflokkurin
?????
Sum limur í Fólkatinginum er tað fremsta uppgávan at vera eygu og oyru hjá føroyingum á Fólkatingi. Fólkatingsumboðini eru eitt slag av umboðsmonnum fyri Føroyar, og skulu lurta og fylgja við gongdini í Danmark, so føroyingar eru til reiðar at taka støðu, tá tað krevst. Best er, um føroyingar eru frammanfyri gongdina og kunnu ávirka hana til fyrimunar fyri Føroyar.
Uppgávan hjá føroysku fólkatingsumboðnum er eisini at vera bindilið millum Føroya og Danmark. At kunna danir um føroysk viðurskifti. Tað er týdningarmikið at danir hava góða vitan um føroysk viðurskifti. Eg eri vís í, at kendu danir betri til føroysk viðurskifti tá kreppan kom, hevði forstáilsi hjá teimum verið betri og so hevði samskifti eisini verið betri. Men bindilið gongur eisini hinvegin. Føroysku fólkatingsumboðið skulu kunna løgtingið og landsstýrið um, hvat fyriferst á Christiansborg bæði í fólkatings-salinum og í fólkatingsnevndunum. Tað krevur at fólkatingsumboðini eru fulla tíð á Christiansborg - og tað lovi eg, um eg verði vald.
Eg trúgvi uppá sjálvstýrið og vil at arbeiða fyri tí. Tað merkir, at í longdini eiga fólkatingssessirnir hjá føroyingum at vera niðurlagdir.
Hinvegin - so leingi skipanin er sum hon er, eiga fólkatingsumboðini at gera tað, tey kunnu fyri at verja, betra, tryggja og umboða føroysk áhugamál.