Mariann Hansen, sjónleikari er nú tilnevnd fyri ein sjónleikaraprís í Danmark. Mariann Hansen er tilnevnd á Ekko Short List Awards 2017 sum besta sjónleikarinna fyri framførsluna í filminum Stina Katrina.
Til ber hjá fólki at atkvøða fyri Mariann Hansen ella ein av hinum luttakarunum á Ekkofilm.dk. Trýst á her fyri at síggja tey tilnevndu og fyri at atkvøða.
Filmurin er alt annað enn ókendur í Føroyum, tí filmurin vann Geytan 2015 fyri filmin og er hann framleiddur av fleiri ferðir virðislønta Andriasi Høgenni. Filmurin snýr seg um tvær føroyskar vinkonur, sum gera seg til reiðar til eina veitslu, sum tær hava bíðað leingi eftir. Men frammanfyri spegilin verða smáting sjónlig og tað skal ikki meira enn eitt lastikk til at koppa valdsjavnvágini millum tær báðar. Ekko Films skrivar, at Mariann Hansen megnar at skapa ein natúrligan figur við góðum trúvirði. Hetta ger hon við einum persóni, sum á yvirflatuni ikki ger so nógv, men har menniskjaligi ótryggleikin skínur úr eygunum. Mariann Hansen spælir í stuttfilminum saman við Duritu Dahl Andreassen.