Føroyska lyndið vann á veðrinum

Annað árið á rað var Summarfestivalurin raktur av vátum og keðiligum veðrið, men lagið var gott á fólki. Tað tykist sum um, vit eru so von við mjørka og regn, at vit bara góðtaka støðuna.

Tað skuldi henda onkuntíð! Hesi orðini eigur ein ungur maður, ið vit hittu á festivaløkinum í Klaksvík leygarkvøldið. Hetta var, áðrenn tað gjørdist greitt, at flogførini við Johnny Deluxe, Dave Phelps og Roger Hodgson vóru lend.
Vit mugu geva honum rætt, føroyska summarveðrið og tey svikaligu líkindini at lenda í Vágum, argaðu Outlandish og G!Festivalin og nú misti Summarfestivalurin tað stóra høvuðsnavnið og trekkplástrið, tí ikki var lendandi í Vágum. Harafturat sótu fleiri bólkar á flogvøllinum forðaðir í at sleppa víðari á konsertferðum sínum. Viðurskiftini at hava tílík tiltøk í Føroyum eru trupul, og hevði tað ikki verið fyri tí sera stóru vælvild, ið Atlantic Airways sýndi, hevði ársins Summarfestivalur veruliga verið løtan, tá veðrið knúlvaði einum festivali. Hetta eru viðurskiftini, ið fyrireikararnir av tiltøkum í Føroyum virka undir og, ja, hetta skuldi henda onkuntíð.
Summarfestivalurin var ein vát uppliving. Tað var ikki fyrr enn sunnudagin, at sólin endiliga slapp gjøgnum skýggini. Hetta taldi sera nógv niður fyri heildarupplivingina. T.d. gjørdi regnið leygardagin, at stóra Silvalandið, ið man vera Føroya størsta spælipláss, bert var í eini skerdari útgávu.
Men tað var merkisvert at síggja, hvussu væl áskoðararnir tóku bæði veður og avlýsingar. Tað tykist, sum um fólk bara góðtóku støðuna. Ein kensla av - um Shu-Bi-Dua ikki tímir at koma til okkara, so tíma vit heldur ikki at hava Shu-Bi-Dua, tykist at valda. Vit eru stutt sagt vorðin so von við føroyska veðrið, at vit góðtaka bara at fáa karm, tá vit fara á konsert.
Tað var eisini merkisvert at síggja, hvussu teir føroysku bólkarnir, ið vóru fluttir av lítla pallinum upp á høvuðspallin, megnaðu at lyfta uppgávuna: Eyðun og Terji, Anfinn og Co. og Hanus gjørdust millum bestu festivalupplivingingar. Hetta vísir, at føroysku bólkarnir megna tílíkar uppgávur. Tað var tó heldur ørkymlandi við øllum broytingunum í skránni. T.d. vóru konsertirnar við Hanusi, Anfinn og Co og Eyðun og Terja framskundaðar, meðan konsertin hjá Kim Hansen var flutt aftur. Hetta er óheppið og summi fólk sluppu ikki á konsertir, ið tey ætlaðu sær á. Her hevði kanska verið betur, um aðrir bólkar vóru tiknir inn, soleiðis at restin av skránni bleiv hildin. Tað er sjálvandi keðiligt hjá teimum, sum ætlaðu sær at síggja t.d. Eyðun og Terja kl. 2 um náttina, at bólkurin var liðugur at spæla beint eftir miðnátt. Men hetta eru truplar umstøður hjá fyriskiparunum.
Tað vóru tó fleiri trupulleikar við fyriskipanini, ið fyrireikararnir mugu taka á sín kappa. Tað gekk t.d. alt ov spakuligt at fáa fólkið inn á økið fríggjakvøldið. Manningin í básunum var alt ov lítil, og at hava bert eina maskinu at klípa armbondini á við er burturvið. Fólk, ið longu hevði keypt atgongumerki, stóðu í bíðirøð úti við ein tíma. Hetta skal kunna gerast betur.
Vaktarfólkið á festivalinum var eisini av sera ymiskari góðsku. Meðan summi gjørdu eitt gott arbeiði vóru onnur út av lagi vánalig. T.d. bar ofta til at sleppa inn við taskum fullum av øli, uttan atgongumerki og alvápnaður, um tú hevði hug til tað. Summir av vaktunum tóktust meira upptiknir av at práta við vinfólk enn av arbeiðinum.
Nógv hevur verið tosað um ljóðið á Summarfestivalinum. Størsta ljóðanleggið í føroyskari tónleikasøgu varð sett upp til endamálið. Men tó var bert hendingaferð, at talan var um veruliga gott ljóð. Hetta økið er so risa stórt, at anleggið skal vera uppaftur størri. Tað var tíanverri ikki bert anleggið, ið bilaði. Á fleiri konsertum, serliga fríggjakvøldið, var handverkið hjá ljóðmanninum als ikki nóg gott.
Samanumtikið var festivalupplivingin merkt av veðrinum, og hóast lagið á fólki var rættiliga gott, so bíleggja vit sól og summar til næsta Summarfestival.

Skrivað av:
Niels Una Dam, Dagfinn Olsen og Heina S. Kristiansen