Eysturríska blaðið, Heute, hevur mett um hvat teir føroysku spælararnir kosta. Teir eru komnir til tað niðurstøðu, at føroysku spælararnir eru verdir 7,5 milliónir, meðan Eysturríska liðið er vert áleið 475 milliónir krónur.
Tað er serliga Christian Lamhauge Holst, sum hevur hálar virðið á føroysku spælarunum upp. Hann er sambart blaðnum verdur eins nógv og hinir tíggju tilsamans áleið 3,25 milliónir.
Næstir honum koma Jónas Tór Næs, Joan Símun Edmundsson og Pól Jóhannus Justinussen, sum allir eru mettir at kosta 750.000 krónur.
Gunnar Nielsen, sum er sáttmálaleysur, kostar sostatt einki at keypa.
Dýrasti spælari hjá Eysturríki er David Alaba. Hann er mettur at kosta áleið 166 milliónir krónur.