Føroyska liðið enn sannførandi

U17-landsliðið spældi í morgun ímóti Hvítarusslandi. Millumumfarið er byrjað, og føroyska liðið liggur væl fyri at spæla seg í finaluna.

Føroyska liðið hevur nú fýra stig og liggur harvið fremst í bólkinum. Tvey stig tóku teir við sær úr bólkaspælinum, sum eru stigini, ið teir vunnu á Spania mánadagin. Hini tvey stigini fingu teir í dag, eftir eitt sannførandi avrik ímóti Hvítarusslandi. Hart og kontant verjuspæl, saman við góðum málverjaspæli, løgdu lunnar undir, at føroyingarnir nærum spældu sær við hvítarussisku verjuna, tá teir høvdu bóltin.

Støðan er nú tann, at um Spania hevur 0 stig, saman við Ungarn. Hvítarussland hava tvey stig, sum teir tóku við sær úr bólkaspælinum. Hettar vil siga, at um Spania vinnur á Ungarn, eru Føroyar í finaluni, tí innanhýsis dystir telja tá liðini eru á jøvnum.

Stigatalvan áðrenn Spania-Ungarn dystin:

Føroyar

4 stig

Hvítarussland

2 stig

Spania

0 stig

Ungarn

0 stig

Seinasti dysturin í dag, ímóti Ungarn, verður leiktur kl. 14.45 og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.