Dysturin er ein liður í fyrireikingunum undan venjingardystinum móti Luksemburg fríggjakvøldið.
Dysturin verður spældur á danskari grund, men Sundby Idrætspark er ikki eitt ókent stað fyri onkran í føroyska hópinum. Tað er nevniliga har, FC Amager hjá Toda Jónsson hevði heimavøll í síni tíð.
B1908 flutti í fjør upp í triðbestu donsku fótbóltsdeildina, 2. division Øst, og liggur í løtuni triðaftast. Hóast mótstøðuliðið ikki er tað mest áhugaverda, føroyska landsliðið hevur spælt ímóti, so átti veðrið um ikki annað at lokkað onkran føroying á Keypmannahavnarleiðini út á Amager í annaðkvøld.
Sum skilst so lovar hann sól, 19 stig, og eitt lítið lot og sambært heimasíðuni hjá B1908 verður grillin tendrað í samband við dystin, har tað er ókeypis atgongd.