Føroyska lóg til føroysk børn

Vegna netverki av sálarligum ella fysiskum harðskapraktum norðurlendingum, sum telur 1500 fólk, herav eini 40 føroyingar m/k, vil eg lýsa tað støðu føroyingarnir í netverkinum koma í, tá løgmaður velur, at flyta nýyvirtikna familjurættarøkið frá Heilsu- og Innlendismálaráðnum til Almannamálaráðið.


Vit hava glett okkum og bíða spent eftir, at viðurskiftini, tá tað kemur til at kanna foreldraførleika tá samvera og bústaður skal ásetast við børn, fóru at koma í rætt lag og hóska til føroyska samfelagið.


Vit hava síðani tað frættist, at føroyingar skuldu yvirtaka familjurættarøkið fegnast, tí fleiri í netverkinum lýða undir donsku Hjúnaskilnaðarlógini, sum í Føroyum er blivin útint av Ríkisumboðnum. Tað er hendan sama lóggávan, sum funnist hevur verið at altjóða fyri brot á mannarættindi. Vit hava í hesum sambandi havt fundir við fólk í Heilsu- og Innlendismálaráðnum (Himr.) har vit hava følt at okkara sjónarmið eru hoyrd. Vit ímynda okkum, at aðrir áhugabólkar, eisini hava havt líknandi fundir við embætisfólk í Himr.. Hesi embætisfólk, sum hava arbeitt við at yvirtaka málsøkið, sita soleiðis inni við eini rúgvu av vitan um familjurættarøkið. Tá løgmaður so veldur at flyta familjurættarøkið, fellur hendan vitan helst burtur.


Vit sakna argumentir fyri hví málsøkið skal flytast tann 1. oktober. Um talan er um, at barnsins tørvur á hendan hátt betri verður møttur og at lættari verður at skipa tvørfakligt samstarv við Barnavendarøkið, so fegnast vit. Men, vit sakna eina frágreiðing og undrast um hví einki hevur verið at hoyra um orsøk fyri flytingina.


Tað er av alstórum týdningi, at vit ikki blindt yvirtaka lógir úr øðrum norðurlendskum londum. Føroyingar hava møguleika at gera eina lóggávu sum hóskar júst til føroysk viðurskifti. Okkara føroyska deild í netverkinum samstarvar við deildir í Danmark, Noreg, Ísland og Svøríki har hvørki Barnarættinda- ella Mannarættinda sáttmálanir verða hildnir. Føroyingar hava enn møguleika at gera eina fyrimyndarliga lóggávu, sum onnur lond kunnu brúka til íblástur. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum, hevur lovað í útvarpsending, at føroyingar ikki fara ókritiskt at yvirtaka nakra útlandska lóg, men hvønn hugburð hevur Almannamálaráðið til hetta? Og, eru tey í Almannamálaráðnum klár yvir vandarnar við umstríddu donsku lógina? Um ikki, so eru vit í netverkinum tilreiðar at byrja umaftur, við at kunna embætisfólkini í Almannamálaráðnum um staklutur í lóggávuni, sum bróta barna- og mannarættindi.


Fleiri av føroyingunum í okkara netverki eru áløgd, at útlevera børn til samveru við harðskapi hvørja viku. Onnur foreldur við góðum foreldraførleikum hava mist børnini til eitt óegna foreldur. Vit eru ørkymlaði um børnini, sum áhaldandi eru fyri sálarligum og fysiskum harðskapi. Fyri hvønn dag, ið gongur, eru tað fleiri børn sum liva ein dag afturat í misbrúki, umsorganarsviki og vannrøkt. Hetta er niðurbrótandi hjá teimum góðu foreldrunum at síggja, men verri er hjá børnunum, sum áttu at havt ein tryggan barndóm.


Landsstýriskvinnan Sirið Stenberg lovaði herfyri, at kanna málið eftir ólavsøku soleiðis at vit fingu ein góða føroyska lóg til barnanna besta. Nú tykist sum stígur er komin í at føroyska familjurættarøkið samstundist sum tað skal flyta frá einum málaráðið til eitt annað. Ein lóg skal ikki skundast ígjøgnum, men gerast á besta hátt. Hetta skilja vit. Men hvussu leingi er nú ætlanin at vit og børnini skulu bíða?


Vegna netverki av sálarligan ella fysiskan harðskapraktum norðurlendingum


Sidsel Jensdatter Lyster
teolog og stud. jur.