Búskaparpolitikkurin, ið sýgur mergin úr føroyingum, og leggur stein oman á byrðu, má steðgast. Rætta gongdin er at tálma almennu útreiðslunum, tryggja skattasteðg og skapa karmar fyri búskaparvøksturi.
Politikkarar mugu broyta hugburð
Bogin er spentur hjá føroyska húsarhaldinum, sum hvørki orkar ella skal gjalda meira. Politikkararnir mugu viðurkenna, at brúka teir ov nógv, er tað ikki ílagi at senda rokningina til skattgjaldaran. Vit skulu gera upp við óskil, har stórar upphæddir av skattgjaldarans pengum leka úr almennu umsitingini. Vit skulu virka fyri størri gjøgnumskygni í almennu umsitingini, so borgarin fær álit á almennu umsitingina.
Vit skulu hava vend í almennum útreiðslum. Mál skulu setast sum elva til, at vit ígjøgnum nøkur áramál fremja skilagóðar umskipanir og gera raðfestingar, soleiðis at almenna umsitingin verður tillagað ein hóskandi tørv, útreiðslurnar vera færri og skuldin og byrðan hjá skattgjaldaranum minkar. Hetta er skylda og ábyrgd politikkarans mótvegis skattgjaldaranum.
Almennar útreiðslur og íløgur við skynsemi
Fíggjarlógin skal leggjast tilrættis við skynsemi, soleiðis at hon er initiativskapandi og fremur optimering og effektivisering í samband við nýtslu av almennum útreiðslum. Heildarmetingar skulu gerast fyri hvussu ætlaðar íløgur, og fígging av íløgum, ávirka samfelagsbúskapin. Fyri nýggjar íløgur skulu avgerðir takast um at seta í verk ítøkilig tiltøk, ið tryggja at tilsvarandi inntøkukeldur kunnu fáast til vega ella skilagóðar sparingar kunnu fremjast.
Avlop og varandi vælferð umvegis búskaparvøkstur
Politiska búskaparkósin má vendast, men hon skal ikki vendast við at meirskatta føroyingin og vinnulívið. Føroyska húsarhaldið bløðir og kann ikki gjalda meira. Avlop og varandi vælferð verður einans tryggjað gjøgnum búskaparmenning og vøkstur. Tí skal tað loysa seg hjá øllum at arbeiða. Rætta og burðardygga loysnin er at skapa neyðugar og skynsamar karmar fyri borgaran og vinnulívið at virka í, fyri at tryggja áhaldandi búskaparvøkstur, meira avlop til føroyska húsarhaldið og nøktandi avlop til vælferðina.
Saman skulu vit taka ábyrgd av framtíðini!