Føroyska CTD-kanningin í altjóða tíðarriti

Ein umfatandi grein um stóru, føroysku fólkakanningina fyri CTD, sum bleiv gjørd í 2009-2011, er nú almannakungjørd í einum tíðarriti á netinum.

Tað veit heimasíðan hjá Granskingarráðnum at siga.

Tað er Jan Rasmussen, lækni og ph.d. lesandi á Medisinsku Deild á Landssjúkrahúsinum, sum saman við sínum samstarvsfeløgum hevur fingið almannakunngjørt greinina.

Greinin hevur heitið ”Carnitine levels in 26,462 individuals from the nationwide screening program for primary carnitine deficiency in the Faroe Islands” og er at finna í netinum í tíðarritinum Journal of Inherited Metabolic Diseases. Greinin kemur í pappírútgávu seinni í ár.

Greinin lýsir stóru luttøkuna í fólkakanningini fyri CTD árini 2009-2011. Í hesum tíðarskeiðinum vóru fleiri enn 55% av øllum føroyingum kannaðir fyri CTD. Fyri fyrstu ferð verða úrslit fyri karnitin innihald í blóðinum hjá vaksnum fólkum almannakunngjørd, áður hava bert virði hjá børnum verið tøk. Úrslitini vísa, at kvinnur í burðardyggum aldri hava eitt lægri karnitin innihald í blóðinum enn menn.

Funnin vóru 87 fólk við CTD í kanningini. Hetta gevur ein títtleika á 1:297 av CTD í Føroyum, ið er nógv tað mesta, sum er skrásett í heiminum. Aðrastaðni er títtleikin skrásettur at vera 1:40.000.

Kannað varð, um eitt niðara mark á 5 mikromol/L av fríum karnitini var nøktandi í mun til at finna øll við CTD. Staðfest varð, at eitt niðara mark á 7 mikromol/L var meira hóskandi. Tó varð eisini staðfest, at øll við sterkasta slagnum av CTD (N32S/N32S) vóru funnin við einum niðara marki á 5 mikromol/L.

Kanningar verða framhaldandi gjørdar og eru aðrar greinar í umbúna.

Til ber at lesa ein samandrátt av greinini her