Føroyska Christal: Poppur og kroppur

- Onkrar myndir eru eitt sindur frekar, men myndirnar av mær skulu passa til tónleikin, sum eg syngi, sigur Christal, sum er nýtt føroyskt stjørnuskot í donskum popptónleiki

Tú kanst lurta eftir tónleikinum, hyggja eftir myndunum og síggja sjónbandalagið, og so er skjótt at staðfesta, at onkur satsar upp á, at Christal verður nýggj poppstjørna í Danmark.

Fyrsti sangurin hjá henni, sum kallast Om Igen, er farin í umfar í Danmark, og sangurin verður stuðlaður av einum flottum sjónbandalagi, sum kendi filmsmaðurin Lasse Spang Olsen hevur gjørt. Poppsangurin er góðar tríggjar minuttir til longdar, stílurin er nútímans urban-poppur, og tað verður hugsað um, at Christal bjóðar okkurt til bæði oyruni og eyguni.

- Myndirnar av mær skulu passa til tónleikin, sum eg syngi. Onkrar myndir eru eitt sindur frekar. Á einari mynd eri eg bara í bikini, og tað haldi mann saktans kann, uttan at tað verður ov frekt. Myndirnar skulu vera estetiskar og hava eitt úttrykk, og tað haldi eg, at mínar myndir hava, sigur Christal.

- Tað er einki nýtt fyri meg at taka myndir av hesum slagnum. Eg havi arbeitt sum modell í fleiri ár, og eg eri ordiliga glað fyri, hvussu myndirnar síggja út. Eg havi gjørt mær ómak við at finna ein stíl, sum passar til mín, og tað haldi eg hevur eydnast.

- Popptónleikur snýr seg ikki longur bara um tónleik. Kappingin er hørð, og tí mást tú syrgja fyri, at tónleikur, stílur, myndir og úttrykk annars skulu passa saman. Og eg haldi, at tað passar saman hjá mær, og eg eri fegin um tað, sigur hon.


Lærdi seg føroyskt

Christal er Julia Christa Svabo Andersen, og hon er ættað úr Miðvági, haðani mamma hennara er.

Hon er uppvaksin í Danmark, men hevur lært seg føroyskt og er errin av sínari føroysku bakgrund.

- Eg havi sjálvt lært meg føroyskt, tí eg haldi, at tað er vigtigt at duga málið, haðani tú ert ættað, sjálvt um tú ikki býrt har. Eg eri uppvaksin í Danmark, men eg havi ferðast nógv í Føroyum, og eg havi eisini arbeitt hjá Atlantsflogi, so tað hevur hjálpt mær at læra meg føroyskt, sigur hon.

- Eg veit væl, at eg eg tosi ikki hundrað prosent korrekt føroyskt, men fólk skilja meg, so eg klári meg við tí, sum eg dugi.

Christal hevur sungið, síðani hon var ung genta. Hon hevur sungið í kirkjukóri, hon hevur sungið gospel, hon hevur verið við í rockbólki, og hon hevur eisini gingið á musical-skúla.

- Eg havi fingst nógv við tónleik, og eg havi í nógv ár roynt at fáa givið eina fløgu út. Og tað hevur nú eydnaðist mær. Eg møtti einum framleiðara, sum eitur MDM, og vit fóru at spæla tónleik inn. Síðani fekk eg ein sáttmála við Apollon Records, sum gevur fløguna hjá mær út, sigur Christa.

Higartil er ein stakfløga komin frá Christal. Ein sangur afturat verður útgivin eftir jól, og síðani skal ein heil fløga gevast út.