Okur kenna øll søguna hjá vinnuni. Tá ið kreppan kom í 92, fór nærum øll vinnan á húsagang, sum restin av Føroyum.Tað var næstan ikki ein lastbilur ella ein gravmaskina ella ein forskalling eftir í landinum.
Menn flýddu í allar ættir úr vinnuni .Okur vóru í hundrað tali, kanska túsunda tali, sum fóru av landinum at arbeiða, meðan familjan varð verandi heima.
Skjótt var kreppan tó av, og hin føroyska byggivinnan mentist skjótt aftur.
Hesaferð meira »føroysk« enn nakrantíð.
Tann parturin av teirru føroyski byggivinnuni, sum ongantíð var farin av landinum, og sum hevði »yvirlivað kreppuna« byrjaði skjótt at »skríggja eftir at fáa tann partin av vinnuni, sum hevði yvirlivað uttan fyri Føroyar, at koma heimaftur.
Brúk var fyri øllum kreftum, og arbeiði var aftur til allar hendur.
soleiðis ljóðaði í øllum fjølmiðlum frá bæði ovastu vinnuleiðslu og nógvum politikarum.
Vinnuhúsið og Politikarnir
Tað gekk ikki longi, so avtók táverandi fíggjarmálaráðharri tað endurgjaldið, sum handverkarar fingu í samsýning fyri kost&logi útreiðslur í samband við uttanlands uppihaldi.
Tjóðveldisstýrið, sum tá ráddi, vildi hava allar landsmenn heimaftur - sum um land okra var uppbygt av heimagangandi landkrabbum (heimaseyði) - og ikki av burtur arbeiðandi sjómonnum!!
Hettar skilti undirritaði ongantíð
Vinnuhúsið og heimaparturin av teirru føroysku byggivinnuni fingu sín vilja, og í dag er støðan tann, at næstan ongir føroyingar eru burtur og arbeiða.
Øll tey arbeiðspláss, sum hesin parturin av vinnuni vann landskassanum, eru í dag at kallað burtur.
Í dag er støðan hjá vinnuni aftur á breddanum.
Teir báðir høvuðsaktørarnir sum skulu stýra vinnuni/landinum, Vinnuhúsið og politikarnir (Vinnumálaráðið) skulu møtast til kreppufund!
Landsins politikarir hava gjørt sáttmála við grannalandið um felags marknað. Hettar kann man ikki meta sum annað, enn ein møguleiki fyri menning av okra landi!
Men hvat er tað so, sum ger, at hesin sáttmáli hóttir við at gera enda á, teimum reint føroysku byggifyritøkunum??
Hesin sáttmáli ger neyvan enda á dótturfeløgnum hjá teimum stóru donsku fyritøkunum, sum eisini mugu metast at vera partur av teirru føroysku byggivinnuni.
Hesar fyritøkur hava yvirlivað at Føroyar fór á heysin í 92 og fara tær nokk at yvirliva at Ísland fór á húsagang í 2008.
Nei, talan man bert vera um tann reint føroyska partin av vinnuni.Tann partin, sum aldrin hevur arbeitt á øðrum marknaði enn tí føroyska.
Hesar fyritøkur hava megnað at yvirlivað at Føroyar fór á húsagang, men fara tær at yvirliva, nú Ìsland fór á húsgang 16 ár aftan á okkum??
Hettar eru harðar liviumstøður, sum okra politikarir hava at bjóða okkum, sum hava okra inntøku frá byggivinnuni.
Hvussu kunna okra fólkavaldu halda, at ein byggifyritøka kann yvirliva tveir samfelagshúsagangir innan 16 ár??
Við Hoyvíkssáttmálanum hava okra folkavaldu drigið føroyska byggivinnu upp í tann íslendska húsagangin. Hettar er veruleikin í dag.
Ein føroysk byggifyritøka kann best samanberast við hin vælkenda føroyska heimaseyðin. Gevur tú ikki honum føði hvønn dag í ringum tíðum, so hóðrar hann ikki undan.
Nú eru tíðirnar ringar. Sambart Anfinn Kallsberg, fíggjarnevndarformanni, var eisini ætlanin hjá okra politikarum at fóðra nøkunlunda javnt kring landið. Men fløkja tykist vera komin í sperðilin. Svangur grannaseyður tykist at fara at eta ta føði, sum Anfinn Kalsberg ætlaði sínum heimaseyði. Sum gamal seyðamaður má Anfinn vita, at hettar gongur ikki. Slaktið til heystar 2009 man fara at vera nakað soltið, um henda kaós heldur áfram.
So Anfinn Kalsberg, brót upp um armar og finn eina loysn soleiðis, at alt gongur sum tú hevur ráðalagt. Góðan arbeiðshug og góða eydnu við fíggjarárinum 2009.
Hin føroyski politikarin má fóðra ta føroysku byggivinnuna og tryggja sær, at hon eisini etur fóðrið, annars fer stórur partur av vinnuni møguliga á húsagang.
Í okra grannalondum hava politikarnir samtykt stuðulspakkar fyri at tryggja at virksemi í byggivinnuni kann halda áfram.
Seinastu árini hava tær føroysku byggifyritøkurnar ,ment seg nógv.
Vælstuðlaðar av sera stórt hugsandi byggiharrum, harav land- og komunur eiga sín stóra part.
Henda menning krevur, at tann umsetningur, ið hesar fyritøkur hava upparbeitt seinastu árini fær møguleika fyri at stabilisera seg í nøkur ár. Annars fáa hesar fyritøkur trupulleikar at forvinna pening.
Nú eru nøkur ár síðan Føroyar gjørdi sáttmála við Ísland. Tað kundi tí verið áhugavert at vitað, hvat iå hin føroyska byggivinnan og teirra vælløntu ráðgevar í Vinnuhúsinum hava gjørt burturúr at kanna fyrimunir og vansar fyri vinnuna við hesum sáttmála?
Man tað ikki vera hettar, okur síggja í dag - onki gjørt - tiknir við buksunum niðri - tað er hvat okra vinna +ráðgevar eru í dag!
Síðan okra politikarir gjørdu sáttmálan, er okra samhandilsland farið á húsagang - sum okur í 92 - kanska enn meira.
Men íslendingar sita ikki hendur í favn - sum partur av føroysku vinnuni í 92 - Teir eru fanir at arbeiða uttanlands, og tað má staðfestast, at teir eru komnir til Føroyar fyri at vera, hettar m. a. gjøgnum tær fyritøkur, teir hava keypt í Føroyum.
Føroyskar fyritøkur koma ikki at kunna kappast við teir, fyrr enn teirra heimland er komið á føtur aftur.
Hettar má vinnan síggja í eyguni og í staðin taka stig til saman við okra politikarum, at fáa vinnuni atgongd til útlendskan byggimarknað.
Fáið í felag gjørt eina skipan, har føroyskar fyritøkur fáa møguleika fyri at endurvinna teirra umsetningsniðurgongd, sum kemur at vera herheima komandi árini.
Henda skipan skal gera tað møguligt hjá okra fyritøkum at kunna bjóða upp á arbeiði uttanlands og forvænta at kunna fáa føroyska arbeiðsmegi við sær til útlandið.
Hesa skipan hava øll okra grannalond, men føroyski fíggjarmálaráðharrin, eftir áheitan frá vinnuni hevur skorið hesa skipan niður til eina látuliga upphædd, sum als ikki hevur verið brúkbar seinastu 8 árini.
Tí hevur á hesum økinum verið koyrt eftur heilt øðrum reglum, sum eisini bæði TAKS og fíggjarmálaráðið hava verið vitandi um, og latið standa til fram til dagin í dag, hvar í hettar ikki gongur longur eftur kravi frá m.a. dønum.
Føroyskir politikarir hava tikið stig til, at Føroyar skal vera partur av einum størri marknað.
Hettar hava teir gjørt við at samtykkja Hoyvíkssáttmálan. Nú er so stundin komin til, at teir, saman við vinnuni, fara undir at smíða teir karmar, sum eru neyðugur fyri at føroyskar fyritøkur kunna troytta teir møguleikar, sum hesir sáttmálar geva Føroyum og føroyskari byggivinnu at frama.
Við vón um eina góða framtíð fyri Føroyar og ta føroysku byggivinnuna.
FAKTABOX
Stutt um greinskrivaran
Útbúgvin byggiverkfrøðingur í 1991
1991-94 sjálvstøðugur entreprenør í Føroyum
1995-03 sjálvstøðugur entreprenør í Danmark
2005-06 í starvi hjá størri danskari byggifyritøku
2007-08 Starvast í Føroyum m. a. staðið fyri beton & montage av nýggja skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík
Tey 11 árini, sum Tom Silvurdal starvaðist í Danmark, var tað annaðhvørt sum undirarbeiðstakari ella sum partur av byggileiðslu, bygdi bygningar, íbúðir, handilssentur, ídnaðarhallir, kontórdomicil, mentunnarhús v.m. Tann samlaða projektupphæddin fyri allar tær byggiverkætlanir, sum undiritaði hevur luttikið í, er upp á meira enn 5 mia. krónur.