Anna Nygaard, sum vann Ársins Songrødd 2008, er at síggja á heimasíðuni hjá DR, í yvirlitinum yvir, hvat verður í sendingini komandi fríggjadag. Og nú vísir DR eina reklamu fyri sendingina fríggjadagin, og har er greitt, at Anna Nygaard fer víðari til næsta umfar.
Anna Nygaard er ikki ókend í Føroyum. Hon hevur ferðast kring landið síðani hon gjørdist tann greiði vinnari av Ársins Songrødd 2008, og hevur hon framført nógv í hesum sambandi.
Á heimasíðuni dr.dk/xfactor sæst, at komandi fríggjadag verður Anna við til audition í X-Factor, og ílatin einari føroysku Guðrun og Guðrun troyggju, megnar hon at bergtaka dómararnir við sínari vakrari rødd.
Hon syngur lagið hjá Etta Jamse við heitinum ”At Last”.
Her er leinkjan: