Føroyska alduorkuætlanin millum tær bestu

Ólavur Gregersen, stjóri á SeWave Bitland, hevur verið í Týsklandi á ráðstevnu um alduorku, har ið tey høvdu eina framløgu um alduorkuætlanina í Føroyum. Tann føroyska ætlanin er tann, sum hevur frægast møguleikar at klára seg, segði ein ES-embætismaður við Ólav eftir framløguna

Ólavur Gregersen hevur verið í Týsklandi á einari ráðstevnu um alduorku, sum ES skipaði fyri. Á ráðstevnuni vóru mestsum øll, sum arbeiða við alduroku. Umboð fyri verkætlanirnar, sum hava fingið stuðul frá ES, vóru á staðnum.
- Tað var sera spennandi at vera har. Har vóru nógvir týðandi persónar innan alduorku, og tað var ein stevna við høgum fakligum støði, sigur Ólavur.
Ráðstevnan gav Ólavi ein mynd av, hvussu langt hini, sum arbeiða við alduorkuverkætlanum, eru komin.
- Eg fekk eina fatan av, hvar onnur vóru í mun til okkum. Eg kann staðfesta, at tað er langt á mál, áðrenn alduorka kann gerast lønandi. Vit tosa helst um 10 - 15 ár, áðrenn vit kunnu tosa um at koma uppá sama støði sum vindorka er í dag, sigur Ólavur.

Føroyska verkætlanin einastandandi
Eftir framløguna fingu teir nógvar positivar viðmerkingar frá øðrum luttakarum á ráðstevnuni.
- Ein enskur proffesari, sum hevur arbeitt við alduorku í 20 - 30 ár, segði við meg, at okkara verkætlan er einastandandi. Tað sama segði ein embætismaður hjá ES, sum helt, at okkara verkætlan er ein av teimum fáa, sum hevur ein veruligan møguleika at klára seg og gerast lønandi.
Tað serliga við føroysku verkætlanini er, at teir ætla at spreingja hol inn í bergið og hava alduorkuverkið har.
- Vit leggja okkum eftir at fáa fatur á alduni, har ið hon hevur mest orku. Tí fara vit, har nógv brim er. Har er bergið hent, tí at tað verjir verkið. Ein annar fyrimunur er, at alduorkuverkið hvørki sæst ella hoyrist, sigur Ólavur

Hava møguleika fyri stórrakstri
Føroyska alduorkuskipanin leggur upp til, at byggjast kunnu fleiri orkuverk fram við berginum. Hetta Landslagið í Føroyum ger, at verkætlanin kann koma at bera seg.
- Hugskotið leggur upp til, at ein røð av turbinum kunnu byggjast upp framvið berginum. Hetta ger, at vit kunnu hava stórrakstur. Tað er nakað, sum mangan er torført, tá ið vit tosa um alduorku, sigur hann.
Ráðstevnan hevur verið eitt gott upplivilsi fyri Ólav, og tað hevur givið eyka íblástur at halda fram við verkætlanini.
- Hetta hevur verið eitt rættiliga positivt upplivilsi. Vit arbeiða framvegis við at fáa síðstu pengarnar til høldar, so at vit kunnu byrja at byggja eitt royndarverk. Tað er tó ikki lætt at fáa fígging. Vit mangla umleið 15 milliónir, men flestu íløgugrunnar halda, at tíðarskeiðið er ov langt, áðrenn íløgan kann geva avkast, sigur hann.

Kunnu verða slóðbrótarar
Ólavur heldur, at hetta kann gerast ein góður møguleiki hjá føroyingum, um vit koma í gongd og arbeiða miðvíst.
- Um vit arbeiða skjótt og miðvíst, kunnu vit gerast fremst á økinum. Vit kunnu vera slóðbrótarar og gera okkara vitan galdandi. Vit síggja eitt dømi í Danmark, har ið danir vóru eitt stig frammanfyri hini innanfyri vindorku. Av tí, at at teir vóru 10 - 15 ár frammanfyri hini londini, hava danir eisini ein størri part av marknaðinum í dag.
- Tað sama kann henda hjá okkum, um vit megna at verða fyrst, sigur Ólavur at enda.