Føroysk vitjan til missiónsviku

Klaksvík: Í mong ár hevur KFUM&K havt sonevndar missiónsvikur um heystið, har møtir verða hildin hvørt kvøld í eina viku. Soleiðis verður eisini í ár.

Missiónsvikan byrjar í kvøld og annaðkvøld við bønarmøti, meðan møtini sjálvi byrja mikukvøldið og vara fram til sunnudagin.
Til hesi møtini hevur leiðslan í KFUM & K fingið klaksvíkingin Hera Elttør at tala. Hann virkar sum trúboðari í Danmark, og kemur hann at tala á møtunum um vikuskiftið.
Annars tala Ingolf Johannesen og Alfred Olsen, umframt at nógvur sangur er á skránni.