Føroysk træverja aftur á marknaðin

Nú fyrrverandi Stranda Máling hevur fingið nýggjar eigarar, verður eisini høvi hjá fólki at keypa sær oljubaseraða træverju, sum ikki fekst til keyps í fjør, tí eingin framleiðsla var á virkinum á Strondum. Tá líkindi aftur verða hjá fólki at leita sær út um at mála, verður eisini vælumtókta oljubaseraða træverjan, sum Stranda Máling áður gjørdi, aftur á marknaðinum.

Jógvan Óli á Fríðriksmørk sigur, at um mánaðarskiftið mars/ apríl verður gongd sett á framleiðsluna aftur.

- Ymiskt hevur verið at gera á virkinum, men um ein mánaða ella so kemur gongd aftur á framleiðsluna av føroyskari máling.

Hann sigur, at grundarlagið undir framleiðsluni á Strondum er enn sum áður, at virkið fer at framleiða máling við ?lisens? úr Íslandi.

- Soleiðis verður vælumtókta træverjan eisini at fáa til keyps. Tað skerst ikki burtur, at oljubaseraða træverjan hevur verið sera vælumtókt til timbur, bæði til sethús og størri bygningar, sigur hann.

Jógvan Óli á Fríðriksmørk sigur, at teir eins og áður eisini fara at framleiða træverju, har minni olja er í.

- Vit fara faktisk at endurtaka røðina, ið fevnir um alt frá grundingarolju og hálvdekkandi til heildekkandi træverju ? ella alfjalandi, sum tað eisini verður rópt.

Hann leggur aftrat, at træverja eins og onnur máling, sum felagið fer at framleiða, fer út í handlarnar sum ?basur?, har allir litir kunnu setast til.

Málingavirkið á Strondum fer eisini framleiða innanduramáling.

Jógvan Óli á Fríðriksmørk sigur, at hetta er ein vatnbaserað máling, sum er frí fyri upploysingarevni, og soleiðis er umhvørvisvinarlig.