Nordatlanten í Århus hevur í samstarv við Føroyingafelagið í Århus fingið fleiri útnorður - og sostatt eisini føroysk tiltøk - at vera í Århus Festuge.
Fríggjadagin legði frálíki tónleikabólkurin The Dreams fyri við einari einastandandi konsert. Okkara gourmetkokkur, Leif Sørensen frá Glasstovuni, er við í nógvum verkætlanum í festvikuni. Í dag leggur hann fyri við einum sera forvitnisligum gourmetkvøldi á Åbyhøj Kro, har hann saman við grønlendskum og íslendskum kokkum, vísa, hvat Útnorður kann.
Frá mánadegi til mikudag, eru somu kokkar við í eini størri verkætlan at matgera til børn.
Mikudagin seinnapart, ger Leif brellbitar í Magasin. Henda sama mikudag hava Trøllapætur og Omman ikki minni enn tríggjar framførslur í einari skóg mitt á Store Torv og kl 17 í Magasin.
Hósdagin og fríggjadagin er Leif aftur við, tá útnorður er tema í Nordisk Folkekøkken.
Fríggjadagin og leygardagin er rithøvundurin Carl Jóhan Jensen við. Hann hevur eitt tiltak saman við Einari Már Guðmundson í Løves Bogcafe kl 17. Eisini eru teir á Christian F. bogkafe leygardagin 4. september, har yrkingasavn hjá Carl Jóhan Jensen verður útgivið á donskum.
Seinni fríggjakvøldið, eru Carl Jóhan og Einar Már við í kjaki í Føroyingafelagnum í Århus, har eisini Edmund Joensen, Høgni Hoydal og Mirjam Joensen luttaka, aftaná er føroyskur dansur við Fótatraðk.
Leygardag er Katrin Óttarsdóttir í deplinum, fyrst verður filmurin um Jóanes Nielsen vístur í einum útibiogfari, og síðan verður Bye Bye Bluebird syndur í biografinum Øst for Paradis, har Katrin eisini greiður frá.
Sama dag syngur Mpiri í Magasin eins og føroyskur dansur við Fótatraðk verður frammanfyri Magasin.