Kend føroyska songkvinna verður við, tá ið Danmark skal luttaka í Eurovision-kappingini í Ukraina í mai mánaði.
Anja vann danska Grand Prixið við sanginum Where I Am, og tá ið hon framførir sangin í altjóða kappingini í Kiev, verður Linda Andrews ein av kórsangarunum.
Linda Andrews verður nógv brúkt at syngja og útseta kór í Danmark – eitt nú í X Factor og til ymiskar framførslur hjá bólkum og kórum.
Tá ið Anja sang í danska Grand Prixnum, vóru kórrøddirnar innspældar frammanundan, men í Ukriana skulu eisini kórrøddirnar syngjast live. Greitt er tó, at kórsangararnir hjá Danmark koma ikki at síggjast undir sjálvari framførsluni.
Eurovision verður hildið frá 9. til 13. mai. Tvær hálvfinalur verða, og Danmark skal luttaka í seinnu hálvfinaluni, sum verður hóskvøldið 11. mai. Kemur Danmark víðari, verða tey við í finaluni leygarkvøldið 13. mai.
Í Sosialinum, sum kemur á gøtuna seinnapartin í dag, ber til at lesa longri samrøðu við Lindu Andrews um tilveruna sum yrkistónleikari í Danmark.