Føroysk skip tvingað undir útlendskt flagg

Tað fer at kosta nógvum føroyskum sjófólki størvini, at Skipara- og Navigatørfelagið nú hevur lýst verkfall á skipum í oljuvinnuni

 

Verkfall


Nú fara tey føroysku skipini, sum sigla í oljuvinnuni undir útlendskt flagg.

Og skip, sum ætlanin fyri stuttum var at fáa undir føroyskt flagg, fara nú heldur undir útlendskt flagg ístaðin

Gunnbjørn Joensen á Thor í Hósvík sigur, at nú eru umstøðurnar hjá skipunum í oljuvinnuni undir føroyskum flaggi so vánaligar, at tað er onki at gera, uttan at koyra tey undir útlendskt flagg.

Hetta er ein beinleiðis avleiðing av krøvunum, sum Skipara- og Navigatørfelagið setir til reiðararnar, sum hava hesi skipini.

Ósemja er ímillum skipara- og Navigatørfelagið um lønina hjá yvirmonnunum á hesum skipunum og tað er so langt ímillum partarnar, at nú hevur felagið lýst verkfall fyri yvirmenninar umborð á teimum.


Missa størv

Men tað skilst, at hetta kann gerast ein dyggur smeitur fyri teir føroyingar, sum høvdu ætlað sær eina framtíð í føroysku oljuvinnuni á sjónum.

Thor í Hósvík hevur sjey slík skip og er tískil størsti, føroyski reiðari á økinum.

Fýra av teirra skipum eru undir føroyskum flaggi og trý eru undir útlendskum flaggi. Tey sigla um allan heimin, eitt er beint sunnanfyri markið, tvey eru á norskum øki, eitt er í Persaraflógvanum, eitt er í Singapoor og eitt er í Vesturafrika.

Umborð á einum skipi eru skiparin og stýrimaðurin føroyingar, og á einum ørðum skipi eru skiparin og meistarin føroyingar. Umborð á hinum fimm skipunum eru bara føroyingar.

? Ætlanin var at eitt skip afturat skuldi koma undir føroyskt flagg, men tað er ikki hugsingur um nú og tí fer tað at verða skrásett á San Vinsent. Tað er Thor Supporter.

Og tað er eisini alt, sum talar fyri, at tey skipini, sum eru undir føroyskum flaggi, eisini fara undir útlendskt flagg ,tí sum umstøðurnar nú eru, ber ikki til at verða verandi undir føroyskum flaggi.

Gunnbjørn Joensen sigur, at enn er onki avgjørt, men tað er onki at ivast í, at samstundis, sum tey fara undir føroyskt flagg, fara tey eisini fara at verða mannað øðrvísi.

Tvs, at tey tey í størri mun enn nú fara at verða mannað við útlendingum og føroyingarnir umborð fara at vera slúsaðir íland.

?Tað er nóg trupult sum er at manna skipini við føroyingum, tí teir kosta 4.000 krónur eyka um mánaðin bara í ferðaútreiðslum fyri hvønn mann, hvørja ferð, teir skulu uttanlands, umframt ferðingartíðina.

Í lógini verður lagt upp til, at so nógv føroysk arbeiðsmegi sum gjørligt skal vera við í oljuvinnuni, men verða skipini noydd at fara undir útlendskt flagg, verður tað eitt stórt afturstig í so máta. Ikki minst verður tað eitt afturstig fyri tann serkunnleika, vit ætlaðu at byggja okkum upp í oljuvinnuni, sigur reiðarin úr Hósvík.


Kunnu ikki kappast

Gunnbjørn Joensen sigur, at sum støðan er nú, er tað ber tað ikki til hjá føroyskum skipum í oljuvinnuni at kappast við útlendskt reiðarí.

Hann sigur, at lønirnar, sum teir hava umborð eru frammanundan á so høgum støði, at tær eru

hægri enn lønirnar hjá navigatørunum á Brimli og Tjaldrinum, so hann skilir onki av krøvunum hjá Skipara- og Navigatørfelagnum.

? Tað sær út sum um Skipara- og Navigatørfelagið hevur tikið tað besta úr teimum donsku sáttmálunum og tað besta úr teimum norsku sáttmálunum og lagt tey krøvini fyri føroysku reiðararnar.

? Tað halda vit er eitt ov nógv avgjørt, nú, vit eru í ferð við at byggja vinnuna upp. Vit hava brúkt milliónir av krónum uppá at læra manningarnar til hesa nýggju siglingina og tí er tað niðurbrótandi at fáa slík krøv.

? Men einaferð renna vit okkum upp undir loftið og tað síðsta tilboðið, vit hava givið teimum, er so gott, at tað er óskiljandi, at teir ikki taka av.

Tá ið skip fara undir útlendskt flagg, verður ofta hugsað um trygdina?

Trygdin hevur onki við fløggini at gera. Tað eru ikki fløggini, sum seta treytirnar, men reiðarin og ikki minst, oljufeløgini sjálvi. Og krøvini, sum oljufeløgini seta, eru mangan nógv strangari, enn krøvini, sum skipasýnini í teimum ymsu londunum seta. So trygdin verður framvegis sama støði sum nú, sama, hvørjum flaggi, tey eru undir, sigur Gunnbjørn Joensen.

Og hann leggur afturat, at tað skal rættiliga bógv broytast í Føroyum, áðrenn tey skipini, sum eru farin, og fara undir útlendskt flagg, flagga heimaftur.

Hann sigur eisini, at tað er ikki verri at hava útlendingarnir umborð, tað ræðir um at hava eina hóskandi blanding

? Vit hildu, at vit kundu byggja eina vinnu upp í Føroyum á kappingarførum grundarlagið við útlendsk reiðarí. Men krøvini, sum Skipara- og Navigatørfelagið nú setur, hevur fingið okkum at ásanna, at tað ber ikki til, sigur Gunnbjørn Joensen.?

Hann skoytir uppí, at tað er ongin munur á, hvar skipini eru skrásett.

Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá Ellinti Abrahamsen, formanni í Skipara- og Navigatørfelagnum, áðrenn blaðið fór til prentingar.