Fríggjakvøldið kl. 19.30 verður føroysk samkoma umborð á gomlu Norrønu, sum nú eitur Logos Hope, og liggur í Køge Havn. Á samkomuni, sum Kristnastova í Keypmannahavn skipar fyri, verður m.a. greitt frá tí ætlan, sum skipsleiðslan hevur fyri Logos Hope, tá lagt verður frá landi ? væntandi seinni í hesum mánaði. Eitt nú hevur talan verið um at koma til Føroya seinni í ár. Fleiri av manningini eru eisini føroyingar, og teir fara at vera við á samkomuni fríggjakvøldið.
Stóra bókasølan verður opin bæði áðrenn og aftaná fundin. Høvi verður eisini at síggja skipið, soleiðis sum tað er innrættað ídag.
Øll eru vælkomin at vera við. Tó er best at fólk siga frá við at ringja til Kristnastovu á telefon 32551809 - ella við at senda teldupost til kristnastova@kristnastova.dk
Hetta kvøldið verður eingin fundur í Kristnastovu.










