Dropbucket, umhvørvisvinarliga ruskspannin, sum Heiða Gunnarsdóttir Nolsøe hevur gjørt saman við øðrum, skal brúkast á størsta tónleikafestivalinum í Norðurevropa.
Dropbucket er eitt gjøgnumhugsað hugskot, sum hevur fingið viðurkenning av alskyns slagi í Danmark. Ruskspannin verður framleidd úr endurnýtslupappi, og verður brett út áðrenn nýtslu. Tískil fyllir Dropbucket millum lítið og einki, tá hon ikki verður brúkt og tá ruskspannin er full, so verður hon øll sum hon er burturbeind. Dropbucket hevur eina vatnavvísandi yvirflatu, rúmar 60 litrum og ber 25 kilo. Ruskspannin er ment soleiðis, at hon hevur eitt ógvuliga lágt tyngdarpunkt, sum hevur við sær, at hon ikki er so at syfta.
At Dropbucket veruliga er eitt gott hugskot varð enn einaferð staðfest, tá Heiða og tey vunnu Booster Pack hjá Venture Cup, ið merkir, at tey hava fingið 400.000 krónur til ráðgeving í samband við Dropbucket.
Tað eru slakir tveir mánaðir síðani, at fjølmiðlarnir byrjaðu at skriva um hugskotið við Dropbucket. Og nú er hugskotið vorðið til veruleika. Seinastu tíðina hevur Heiða fingið fleiri útgávur av Dropbucket frá framleiðarunum til eftirmetingar. Smærri tillagingar eru síðani gjørdar, men nú eru 1000 ruskspannir settar í framleiðslu og skulu hesar nýtast á Roskilde Festivalinum.
Ætlanin við Dropbucket er eisini, at framleiðslan skal fíggja seg sjálva við hjálp frá stuðlum. Eisini her hevur tað gingið væl í hond, tí DTU, Plougmann og Vingtoft og Århus kommuna hava øll játtað at stuðla. Heiða og hini handan Dropbucket ganga sjálvi á DTU, meðan Plougmann og Vingtoft er patentfyritøka teirra.
Eftir Roskilde Festivalin er avtalað gjørd um, at Dropbucket eisini skal á fleiri onnur tiltøk í Danmark. Millum annað skal Dropbucket brúkast í samband við stórar loppumarknaðir hjá Frederiksberg kommunu og í Mindeparken í Århus, tá fólk grilla og hugna sær í parkini. Eisini skal Dropbucket brúkast á Århus festuge.
Harumframt eru fleiri onnur áhuga í loysnini hjá Heiðu og teimum, eitt nú Københavns kommuna, sum tey skulu á fund við í morgin.
Myndir:
- Heiða og hini handan Dropbucket vitjaðu í Go' aften Danmark á TV2 fríggjakvøldið, har tey greiddu frá hugskotinum
- Soleiðis sær Dropbucket út, tá hon verður brúkt
- Heiða Gunnarsdóttir Nolsøe, Andreas B. Nørballe og Marie S. Berggreen eru tey, ið eiga hugskotið handan Dropbucket. Her síggjast tey við virðislønini frá Venture Cup.