Føroysk partabrøv hækkaðu mest og minkaðu minst í virði

Atlantic Petroleum átti ta størstu virðishækkingina á partabrævamarknaðinum í Reykjavík í fjør, og Føroya Banki átti tað minsta fallið

Atlantic Petroleum var tað felagið, sum stóð seg nógv best á tí íslendska virðisbrævamarknaðinum í 2007. Virðið á partabrøvunum í felagnum vaks heili 258 prosent, og tað var nógv meiri enn nakað annað felag. Á næsta plássi kom íslendska felagið Vinnslustöðin hf, hvørs partabrøv hækkaðu 89 prosent í virði, og nummar trý var felagið Nýherji, sum hækkaði 52,63 prosent.

 

Hini trý føroysku feløgini, sum eru skrásett í Kauphöll Íslands, fullu øll í virði í fjør. Størsta fallið høvdu partabrøvini í Eik Banka, sum fullu 26,24 prosent, síðani kom Atlantic Airways við 8,49 prosentum, og minsta fallið átti Føroya Banki, hvørs partabrøv minkaðu 3,17 prosent í virði í fjør. Av teimum feløgunum, sum eru skrásett á marknaðinum í Reykjavík, og sum minkaðu í virði í fjør, átti Føroya Banki tað minsta fallið.

 

Størsta fallið á marknaðinum hevði Flaga Group við 67,56 prosentum, 365 hf minkaði 55,74 prosent, og SPRON, sum bleiv skrásett seint á árinum, fall 51,69 prosent í virði.

Tað kenda felagið FL-Group lækkaði 42,82 prosent.

 

 

Hækkingar í 2007

 

P/F Atlantic Petroleum 257,89%

Vinnslustöðin hf 88,89%

Nýherji hf 52,63%

Atorka Group hf 46,45%

Alfesca hf 36,71%

Landsbanki Íslands 33,96%

Marel Food Systems hf 32,47%

Tryggingarmiðstöðin hf 24,67%

Teymi hf 9,80%

Hf. Eimskipafélag Íslands 6,77%

Kaupthing Bank 4,64%

Icelandair Group hf 0,54%

Century Aluminum Company 0,18%

 

 

Fall í 2007

 

Flaga Group hf. 67,56%

365 hf. 55,74%

SPRON hf. 51,89%

FL Group hf. 42,82%

Icelandic Group hf. 31,32%

Eik Banki P/F 26,24%

Straumur-Burðarás 13,22%

Össur hf. 12,83%

Exista hf. 12,22%

Atlantic Airways P/F 8,49%

Bakkavör Group hf. 6,40%

Glintir banki hf. 5,79%

Föroya Banki P/F 3,17%

 

(Kelda: Vísir)