Føroysk neyð­hjálp til Pakistan

Uttanríkisráðið hevur latið 150.000 krónur í neyðhjálp til Pak­istan, sum er rakt av ræðuligari vatnflóð.

Suni Vinther, formaður í Reyða Krossi Føroyar, segði við Rás2 fríggjadagin, at hó­ast her­viligar myndir, so hava neyðstøddu fólkini ikki fingið stórvegis hjálp úr Norðurlondum.

Aftaná vanlukkuna í Haiti, savnaðu føroying­ar gott og væl 1.2 mill­i­ón­ir krónur í neyðhjálp. Lands­stýr­ið gav eisini 150.000 krón­ur í hjálpararbeiði.

Súni Vinther segði við Rás2, at munurin á van­lukk­uni í Haiti og í Pakistan er, at miðlarnir hava ikki varp­að eins nógv ljós á Pak­i­stan.

Nú hevur Utt­an­rík­is­ráð­ið, umvegis Reyða Kross Før­oy­ar, veitt Pakistan stuð­ul. Peningurin fer til telt, køks­út­búna og útgerð at fáa reint vatn.

ST upplýsir, at fleiri enn 1.200 fólk hava latið lív, og tvær milliónir fólk hava mist hús og heim. 14 mill­i­ón­ir fólk eru rakt av van­lukk­u­ni, sum hevur oyðilagt grøð­ina, vegir og brýr.
Pakistan hevur 170 mill­i­ón­ir íbúgvar.

Politikken skrivaði fríggj­a­dagin, at hjálp­ar­fel­ags­skap­ir­nir skulu verða varnir við at spyrja um stuðul frá fólki, tí tað tykist sum, at fólk eru troytt av at lata pening til fólk í fjarskotnum londum.