Føroysk neyðhjálp tekur tíð at fyrireika

 Vit gjørdu eitt val. Vit kundu havt kanaliserað pengarnar ígjøgnum ein altjóða felagsskap, men vit valdu at gera nøkur føroysk tiltøk í kreppuraktu økjunum, og slík tiltøk taka tíð at fyrireika, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður, um óbrúktu neyðhjálpina í sambandi við flóðalduvanlukkuna í Asia

Meginparturin av pengunum, sum fíggjarnevndin hjá løgtinginum í skundi játtaði til neyðhjálp í Asia í sambandi við flóðalduna har, eru ikki brúktir enn, hóast tað eru gingnir sjey mánaðir, síðani pengarnir vóru játtaðir.
Hetta hevur fingið løgtingsmannin hjá Sjálvstýrisflokkinum, Kára P. Højgaard, at seta løgmanni ein skrivligan fyrispurning í tinginum. Løgtingsmaðurin vil hava eina frágreiðing um, hví pengarnir, sum skuldu játtast í skundi, ikki eru brúktir enn.
Løgmaður sigur, at orsøkin til hetta er, at føroysku myndugleikarnir hava valt gera nøkur føroysk projekt heldur enn bara at senda pengarnar avstað.
 Vit veittu beinanvegin eina millión krónur í neyðhjálp, og teir pengarnir vóru sendir til Reyða Kross. Men vit hildu, at tað var í so lítið og valdu so at søkja fíggjarnevndina um tríggjar milliónir afturat, sigur Jóannes Eidesgaard.
 Í tí sambandinum viðgjørdu vit, um vit skuldu senda pengarnar avstað umvegis ein av vanligu felagsskapunum, sum vit brúka í sambandi við neyðhjálpararbeiði, ella um vit skulu fáa nøkur føroysk hjálpartiltøk út í økini, so vit samstundis kundu menna okkara førleika at veita hjálp í kreppuraktum økjum. Vit valdu tað seinna, og tað hjálpararbeiðið er ávegis.

Fleiri ítøkiligar ætlanir
Avgerðin er tikin um, hvat tað mesta av pengunum skulu brúkast til, og tiltøkini at hjálpa ávísum økjum kring Indiska Havið eru á veg.
Ætlanin er at byggja eitt barnaheim á Sri Lanka fyri 1, 7 milliónir krónur, og harafturat skal ein millión brúkast til at hjálpa útróðrarøkinum í Banda Aceh í Indonesia.
Løgmaður heldur, at loysnin hjá landsstýrinum hevur tað við sær, at hóast tað gongur nakað longri tíð, áðrenn pengarnir verða brúktir, so fæst trygd fyri, at pengarnir koma fram á rætta stað.
 Hendan loysnin ger, at vit aftan á kunnu siga, at har fóru teir føroysku hjálparpengarnir brúktir, sigur hann.
Men tekur tað ikki ov langa tíð at fáa hjálpina fram?
 Um endin nú var, at vit hóast alt veittu pengarnar ígjøgnum altjóða felagsskapir, so kundi mann sagt, at tað kundu vit gjørt beinanvegin. Men tað tekur tíð at fyrireika ítøkiligar ætlanir, men hinvegin fáa vit tað burtur úr, at vit kunnu vísa á, hvat føroysku pengarnir vórðu brúktir til.
 Tað, sum nógv lond ræðast, er, at pengar verða sendir avstað, men eingin veit, um teir verða brúktir til ætlaða endamálið. Og harafturat siga serfrøðingar, at nú snýr tað seg ikki um talið á milliardum, sum verða sendar avstað, men heldur um at seta í gongd góðar verkætlanir, sum kunnu fáa økið at virka aftur, sigur Jóannes Eidesgaard.