Í morgin, leygardagin klokkan 11, letur Sofus Poulsen upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík, og framsýningin verður opin til og við næsta týsdag klokkan 17 - ella so leingi, sum fólk er inni á gólvinum henda dagin.
Í samband við upplatingina, verður klokkan 14 í morgin ein event-løta í Smiðjuni í Lítluvík, har sangur og spæl verða at hoyra. Erna Joensen, sum er kend úr leikinum “Renn fyri vívinum”, fer at syngja, og tað fer unga Súsanna Kjærbæk Poulsen, sum áður hevur vunnið sangkapping, eisini.
- Sonur mín, Jákup Sofuson og eg, fara at spæla, og her verða eisini instrumental løg at hoyra. Jákup spælir á kassaguitar, og eg spæli á guitar og mandolin, sigur Sofus Poulsen, sum hevur einar 30-40 málningar við sær á framsýningini.
Hann vísir á, at allir málningarnir eru spildurnýggir, málaðir í fjør og í ár til júst hesa framsýning.
Seinastu árini hevur Sofus Poulsen búð í Danmark, og hann hevur nakrar ferðir áður havt framsýningar í Smiðjuni í Lítluvík.
- Í seinastuni havi eg gjørt nógv við málingalistina, og eg havi eisini havt framsýningar í Danmark, eitt nú á Art Copenhagen og Art Herning, ið er málingalist á nokso høgum altjóða støði.
- Motivini eru abstrakt landsløg - ella abstraktiónir, sum vit kunnu rópa tað. Motivini, sum eru úr Føroyum, eru málað við følsamari og eftir mínum tykki vøkrum fronskum íblástri. Ljós og litir eru lyrisk og tað, sum kanska sermerkir teir seinastu málningarnar, er, at litirnir eru meira upploystir.
Sofus Poulsen, sum brúkar listanavnið SOPO, sigur, at hann í sínari tíð hevði nøkur góð ár í Nólsoy.
- Ein partur av málningarøðini hesaferð er endurupplivingar haðani, sigur hann við In.fo.










