Felagið Føroysk Miðlafólk mótmælir harðliga álopinum á journalistiska fakið, sum uppsagnirnar á Dimmalætting-samtakinum og í Kringvarpinum mugu metast at vera Hetta sigur felagið Føroysk Miðlafólk í tíðindaskrivi, har felagið undrar seg almikið yvir uppsagnir av starvsfólki við journalistfakligum førleika og aðrar uppsagnir, ið beinleiðis skerja journalistisku framleiðsluna bæði í dygd og vavi.
- Viðvíkjandi Dimmalætting-samtakinum kunnu vit staðfesta, at fólk við journalistiskari útbúgving eru uppsøgd og somuleiðis fólk, ið hava so drúgvar journalistiskar royndir, at tey hava ognað sær journalistiskar førleikar, ið viga upp ímóti útbúgving á økinum, verður sagt.
Víðari verður víst á, at í Kringvarpi Føroya eru uppsagnirnar ein sera dyggur smeitur fyri journalistiska fakið, tá kringvarpsleiðslan konsekvent hevur avgjørt at siga fólki við drúgvum royndum, og sum røkja kjarnuuppgávur í journalistfakligu framleiðsluni, úr starvi.
Føroysk Miðlafólk vil tí harðliga átala álopið á journalistfakið og tilhoyrandi framleiðslufakið, sum er framt á Dimmalætting-samtakinum og í okkara einasta almenna miðlahúsi ? í almenna Kringvarpi Føroya, ið eigur at vera fremsti garantur fyri fjølbroyttum og óheftum journalistikki.