Lena og Niclas, onkur serligur gestasangari, Eyðun & Terji, risastór mótasýning og eldgykl við Annu Katrin Egilstrøð á odda, hetta uppskriftin, ið skal føra føroyingar út aftur í Mentanarhúsið á Islandsbrygge. Í nógv ár var Medborgerhuset Gimle á Islandsbrygge fast dansistað fyri føroyingar, og tiltøkini har savnaðu vanliga 4-500 fólk. Men eftir at Gimle varð rivið niður og stásiliga Mentanarhúsið á Islandsbrygge varð bygt ístaðin, hava ikki nógv føroysk tiltøk verið har.
Leygarkvøldið standa Lena og Niclas fyri konsertpartinum. Komandi fløgan hjá Lenu kemur út fyri jól, hon er langt síðan liðugt upptikin og verður í hesum døgum ljóðblanda. So væntandi verður nakað væl av tí nýggja tilfarinum at hoyra á konsertini leygarkvøldið.
Mótsýningin verður við klæðum og pynti frá Sirri, Vígdis Petersen, Tøting, Maluni á Lofti, Rannvá í Baianstovu, Vivi Dam Andersen, Beintu Vilhelmsen, og Sp/f Borgnýardóttir.
Tiltakið endar við dansi við Eyðun og Terja. Men sambært Edmundi Jacobsen fyriskipara verður eisini eitt serligt uttandura tiltak við gyklarum og eldi, ið Anna Katrin Egilstrøð stendur á odda fyri..
Edmund Sofus Jacobsen hevur arbeitt við hesum tiltakinum eftir arbeiðstíð seinasta hálva árið, og kallar hetta ein dreym, ið nú gerst veruleiki. Hann sigur, at hann heldur tað vera stuttligt at vera føroyingur í Keypmannahavn, tá solidariteturin er uppá tað hægsta. Edmund hevur síðan Skarv lat upp aftur í fjør staðið fyri tónleikatiltøkunum har inni, og hevur gjørt Skarv til eitt sera vælumtókt stað at fara fyri føroyingar. Hann heldur tað vera sera áhugavert og til tíðir gevandi at fyriskipa føroysk tiltøk í Keypmannahavn.
- Kanska er tað tí, at hetta heldur mær uppi sum føroyingi, sigur Edmund