Í annaðkvøld fara Hanus Kamban og Kirsten Brix, rithøvundar, at lesa upp og greiða frá føroyskum bókmentum á tiltaki á universitetinum í sveisiska býnum Basel. Hanus Kamban fer at lesa upp úr sínum nýggja stuttsøgusavni, »Gullgenten«, sum kemur út í september.
Eisini fer hann at lesa upp nakrar yrkingar úr sínum fyrsta yrkingasavni, »Café Europa«, sum fekk sera góð ummæli, tá tað kom út í 2008.
Tekstirnir verða lisnir upp á týskum, sum Kirsten Brix, rithøvundur, hevur týtt til hetta høvið.
Sjálv fer Kirsten Brix at greiða frá rákum í føroyskum bókmentum síðani 1980, meðan Hanus Kamban eisini fer at lýsa føroysk mentanarviðurskifti í breiðari merking.
Tiltakið byrjar klokkan 18.15 á norðurlendska instituttinum á universitetinum í Basel í annaðkvøld, 6. apríl.