Føroysk maratonrenning altjóða góðkend

Tórshavn Marathon fekk herfyri altjóða góðkenning frá heimskenda maratonrennaranum Hugh Jones Fyrsta vikuskiftið í juni fekk Bragdið, fyriskiparafelagið av Tórshavn Marathon, vitjan av heimskenda maratonrennaranum Hugh Jones. Hugh Jones varð vinnari av enska London Marathon í 1982 og gjørdist nummar 5 í heimsmeistarakappingini í 1987, men kom í hesum sambandi sum umboðsmaður frá altjóða felagskapinum >>AIMS<<. Uppgávan hjá Hugh Jones var at kanna, um rutan hjá Tórshavni Marathon kundi góðkennast sum eina altjóða maratonrutu, og hetta eydnaðist. Hugh Jones kannaði rutuna við serligum mátiútgerðum. Rutan fekk nakrar broytingar, men varð síðan góðkend.

Tórshavn Maraton verður 7. septembur í ár. Altjóða góðkenningin og limaskapurin í AIMS verður ein stórur vinningur hjá marknaðarføringini av Føroyum, greiður Bragdið frá í einum tíðindaskrivi til Sosialin. Í ítróttarblaðnum >>Distance Running<< hjá AIMS, ið kemur út í 40.000 eintøkum kring allan heimin, verður føroyska tiltakið lýst. Hesin altjóði limaskapurin fer lokka enn fleiri útlendingar henda vegin, skrivar Bragdi. Til ber at melda seg til tiltakið á www.torshavnmarathon.com.