Í áðni hevur Norðurlandaráðið kunngjørt, hvørji sjey eru tilnevnd ársins umhvørvisvirðisløn. Úr Føroyum eru sniðgevarnir úr Guðrun & Guðrun tilnevndar fyri at framleiða mótaklæði burturúr seyðaull- og skinni.
Tær eru í kapping við umboð úr Danmark, Íslandi, Grønlandi, Finnlandi, Svøríki og Álandi. Eitt navn stingur seg serliga burturúr á hesum nýkunngørda listanum - nevniliga heimskendi veðurlagsaktivisturin, Greta Thunberg.
Málið við umhvørvisvirðislønini hjá Norðurlandaráðnum er at heiðra teimum smartastu og effektivastu norðurlendsku átøkunum, sum leggja lunnar undir eina meiri burðardyggari framtíð í mun til veðurlagið og umhvørvið.
##med2##
Tey tilnevndu til umhvørvisvirðislønina hjá Norðurlandaráðnum 2019 eru:
Greta Thunberg – Svøríki: Mann er ongantíð ov lítil til at gera mun
EKOenergy – Finland: Umhvørvismerki, sum hjálpir brúkarum og fyritøkum at velja burðardygga orku
Emmaus Åland – Áland: Handlarnir, sum endursniðgeva og selja endurnýtsluvørur og servera umhvørvisvinarligan mat
Guðrun & Guðrun – Føroyar: Skapa mótaklæði av burturkastsvørum
@plastic not so fantastic – Grønland: Brúka sosialu miðlarnar til at broyta plastnýtsluna hjá fólki
AFTUR – Ísland: Endurnýt ella doyggj
GRIM – Danmark: Søla av ljótum grønmeti og fruktum er góð fyri veðurlagið og umhvørvið