Føroysk myndlistafólk hava eisini stóran týdning fyri búskapin. Tey eru við til at fáa útlendsk ferðafólk hendavegin, tey eru við sínum málningaframsýningum í útlandinum við til at branda Føroyar, ja tey eru góðir ambassadørar fyri landið. Vinnurásin á Rás2 í dag eftir kl. 16 Aftur í dag eru mong evni á skránni í Vinnurásini á Rás2 og sum nakað nýtt verður eisini leitað til nýggjar leiðir í okkara fjølbroytta vinnu- og handilsuniversi ? við eitt nú at seta fokus á málningalist og tann týdning hon hevur fyri okkara samleika, branding av Føroyum sum eitt nú ferðamannaland.
Í Vinnurásini í dag vitja tríggir føroyskir listamálarar, sum í vikuskiftinum høvdu framsýningar í Keypmannahavn. Teir eru Øssur Mohr, Zacharias Heinesen og Bárður Jákupsson. Tosað verður við teir og við stjóran á Galleri Sct. Gertrud, sum í eitt mannaminni hevur hýst føroyskum listamálarum, eitt nú um týdningin, sum málningalistin hevur fyri Føroyar í útlandinum. Eisini fer myndlistamaðurin Amariel Norðoy at gera sínar viðmerkingar.
Umframt at leggja leiðina framvið hjá føroyskum listafólki, sum vísa fram list sína í Keypmannahavn, so hevur vinnurásin eisini vitjað høvuðssæti hjá danska olju- og gassfelagnum DONG, har tosað verður við ein av ovastu stjórunum Jan Terje Ingvardsen um, hví DONG er so áhugað í nettupp økinum millum Hetland og Føroyar.
Tosað verður eisini við umboð fyri Eik um tiltak, sum er í Miðlahúsinum í kvøld um realkredittfígging, umframt at sendingini eisini nemur við enn eitt tiltak í Miðlahúsinum, sum er á skránni mikukvøldið og sum snýr seg um varandi orku.
Loksins verður tosað við umboð fyri Elektron um nýggja tænastu fyritøkan hevur ment, í samstarvi við Senta og Formula, nevniliga at kunna senda rokningar út elektroniskt. Vinnurásin í dag millum kl. 16 og 18. Vertur er Jan Müller










