Í vikuskiftinum løgdu flestu feløgini í næstbestu deildini í Danmark sí_stu hondina á fyrireikingarnar til fyrsta umfari_, sum ver_ur næsta vikuskifti_.
Fremad Amager var í Hvidovr, har teir vunnu 3-1 á heimali_num, sum nú er í 2. deild. Allir tríggir føroyingarnir vóru í fer_alagnum. Hjalgrím Elttør og Andrew av Fløtum vóru millm teir fyrstu ellivu. Teir vór_u saman vi_ fleiri ø_rum skiftir út í 68. minutti. Millum teir, sum tá komu á vøllin, var Jann Ingi Petersen.
Hjalgrím Elttør skora_i til 2-0 í 40. minutti, og Jann Ingi Petersen syrgdi tveir minuttir eftir, at hann var komin á vøllin fyri 3-1 málinum. Fremad Amager venjarin sigur seg vera væl nøgdan vi_ avriki_. Hann hevur átjan spælarar, sum kappast um plássini á li_num.
Frem hevur tveir føroyingar í hópinum. Gunnar Nielsen, sum er eykamálverji, og Jón Rói Jacobsen, sum tykist hava vunni_ sær fast pláss í mi_verjuni. Í vikuskiftinum spældi Frem á heimavølli ímóti Næstved, sum spælir í 2. deild. Úrsliti_ var_ 2-2.
Enn fer at ganga rúm tí_, á_renn Christian Høgni Jacobsen ver_ur førur fyri at spæla aftur. Felagi_ hjá honum hev_i einki serliga sí_stu roynd, á_renn teir skulu í eldin í landskappingini. Vejle var í Odense og spældi ímóti B1913, sum sí_sta kappingarár flutti ni_ur í 2. deild. Heimali_i_ vann 4-1. Máli_ hjá Vejle stúta_i Ulrik Balling, sum fyri tveimum árum sí_ani kom til Føroya undan Ólavsøkuni at hjálpa NSÍ í steypafinaluni.
Ivaleyst eru ta_ onkrir føroyskir fer_amenn í Danmark, sum kundu hugsa_ sær at sæ_ onkrar dystr, nú teir kortini eru á flatlondum. Tey, sum eru stødd í Keypmannahavn hava fleiri møguleikar at síggja útisetar spæla í vikuskiftinum.
Fremad Amager skal í eldin í landskappingini leygardagin, tá i_ teir skulu spæla á Eysturbrúgv í Keypmannahavn ímóti Skjold. Frem skal sunnudagin spæla á heimavøllinum í Valby parkini ímóti Dalum. Eitt sindur uttanfyri sjálvan høvu_ssta_in skal Horsens, sum hevur Johan B. Hansen í hópinum, spæla ímóti Ølstykke sunnudagin, og sama dag skap Vejle spæla í Næstved.