Føroysk luttøka á VU-Spelen

Í vikuskiftinum er stórt ferðalag hjá Frælsum Ítrótti Føroya og luttekur í VU-spelen á Nya Ullevi í Gøteborg.

 

Talan er um Talentbólkin og partar av Oyggjaleikalandsliðnum. Kappast verður í dag, leygardagin og sunnudagin.

 

Kappingarnar byrjaðu klokkan 10.30 lokala tíð í Gøteborg og enda umleið klokkan 20.00 í kvøld. Í morgin og sunnudagin verður kappast frá 9.00 til umleið kl. 20.00.

 

Kappingin er tann størsta av hesum slagi í Norðurlondum. Umleið 3.500 íðkarar úr 20 londum fara at kappast í 197 greinum, har onkur grein hevur upp til 150 luttakarar.