Føroysk listaframsýning í Danmark

Fýra føroysk listafólk, sum búgva í Danmark, hava framsýning í Klinkby við Lemvig í morgin og sunnudagin. Listafólkini, sum sýna fram, eru Rúna Hansen, Lív Ejdesgaard, Sanna Rasmussen og Hans Andreas Hansen, sum øll hava búð í Danmark í mong ár.

Tær tríggjar hava fleiri abstraktar og naturalistiskar málningar, sum á ein ella annan hátt eru tengdir at teirri føroysku náttúruni og tí føroyska umhvørvinum, meðan Hans Andreas sýnir fram fjølbroytta og forvitnisliga glaslist.

Framsýningin hjá teimum fýra útisetalistafólkunum er í tí gamla handlinum á Klinkby, Thyborønsvej nr. 15, Lemvig. Framsýningin er opin í morgin og sunnudagin, báðar dagarnar frá kl. 11 til 17.