7. til 17. september kunna íbúgvarnir í japanska býnum Kyoto uppliva føroyska list í sínum heimstaði, tá tríggir føroyingar og tveir danir hava framsýning í Kyoto Society for Inter-Art Exchange. Framsýning hevur fingið heitið Nordic Waves.
Føroysku listafólkini eru Sigrun Gunnarsdóttir, Pernille Mejslov og Guðrið Poulsen, meðan donsku listafólkini eru Karsten Vogel og Peter Hanghøj Sørensen.
Framsýningin er komin í lag, aftaná at Pernille Mejslov hevði eina framsýning í Japan í 2016.
- Tá fekk hon samband við nøkur fólk, ið spurdu hana, um hon ynskti at skipa fyri einari framsýning. Hon takkaði ja og spurdi meg og Guðrið Poulsen, um vit vildu vera við, greiðir Sigrun Gunnarsdóttir frá.
Listafólkini vóna, at framsýningin kann vera við til at styrkja um listaligu bondini millum Føroyar, Japan og Danmark, og eru longu ætlanir um, at japansk listafólk koma hendan vegin næsta summar.










