Gallerí Sct. Gertrud við Kurt Svendsen skipar fyri listaframsýning í Skagen, har fleiri føroysk og onnur norðurlendsk listafólk eru at hitta, m. a. føroyska Birgit Kirke, danska Helle Bang og íslendska Sossa Bjørnsdóttir, sum fyri stuttum hava haft felags framsýningar í Føroyum.
Tað er ein fjølbroytt og áhugaverd framsýning, ið umfatar bæði málningar og standmyndir.
Í samband við framsýningina fer føroyski tónleikarin Stanley Samuelsen eisini at halda konsertir í listaglugganum hóskvøldið, 27. juni, fríggjakvøldið 28. juni og aftur hóskvøldið 4. juli.
Framsýningin er opin til og við sunnudagin 7. juli.
Adressan er Jens Klarups Vej 1, Skagen.