Føroysk list í Keypmannahavn

Tróndur Patursson og J. P. Gregoriussen sýna fram í Keypmannahavn

 

LIST

Í hesum døgum ber til at síggja fjølbroytta føroyska list á tveimum støðum í Keypmannahavn. Fram til 10. juni sýnir Tróndur Patursson fram glaslist, vatnlitsmálningar og grafikk í Kastrupgårdsamlingen, Kastrupvej 399. Útgangstøðið hjá Tróndi er stórfingna náttúran, sum er rundan um hann í heimbygdini Kirkjubø.

Um somu tíð er framsýningin "Kirkjurnar í Føroyum" komin til Keypmannahavnar. Hetta er komið í lag í samstarvi við nevndina fyri Túsundára haldið fyri kristnanini av Føroyum. Framsýningin hevur verið runt um í Føroyum, í Norðurlandahúsinum í Reykjavík og er í hesum døgum at síggja í Nordisk Ministerråd, Store Strandstræde 18 í Keypmannahavn. Tað ber til at síggja framsýningina yrkadagar frá kl. 9.00-16.00 fram til 4. mai. Tað eru tekningarnar í teim fýra bókunum um kirkjurnar í Føroyum eftir J. P. Gregoriussen, arkitekt og listamann, sum verða sýndar fram.