Føroysk lesandi velja Norðurlond

Áhugin fyri at lesa uttanfyri Norðurlond er alsamt minkandi. Tað staðfesta seinastu tølini hjá Studna, ið Fróðskaparsetur Føroya hevur lagt út á teirra heimasíðu.


Meðan Skotland og Ongland fyri nøkrum árum síðan var eitt vanligt alternativ til lestur í Føroyum og Danmark, so vísa nýggjastu hagtølini, at áhugin toppaði í árunum 2011 til 2013, og síðan tá hevur gingið skjótt hinvegin.


Meðan tað í Skotland vóru 61 føroysk lesandi í mars 2011, so er tað í dag einans 12 føroysk lesandi í grannalandinum fyri sunnan.


Gongdin er tann sama í Onglandi. 82 føroyingar lósu í Onglandi í mars 2013, men er talið minkað til 56 lesandi í dag.


Eisini í USA var 2013 tað árið flest føroyingur løgdu leiðina vestur um hav í lestrarørindum, 30 tilsamans. Í dag eru tað einans 9 føroysk lesandi í USA.


Einasta landið uttanfyri Norðurlond, ið tykist at halda stand er Pólland, har 28 føroyingar lesa í dag. Tað er hægsta í yvirlitinum skrásetta talið av føroyskum lesandi í landinum, og er tað talið av lesandi bara voksið síðan 2007, tá bara ein føroyingar læs í eysturevropeiska landinum.


Til ber at lesa hagtølini við at trýsta á her.